Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsan frá Tony Paris

John William Joensen

Tað var við stórum spenningi, at eg týsdagin, 26. juli í ár fór við Dúgvuni úr Leirvík til Klaksvíkar fyri fyrstu ferð í 6 ár, skrivar Tony Paris úr Florida.

Enn einaferð kendi eg kensluna av at koma heim til plássið, sum eg havi kent meg hoyra til í fleiri enn 28 ár!
Eg vil fegin við hesi grein siga viðhaldsfólkinum hjá KÍ stóra takk fyri at tey so dyggiliga hava víst sín stuðul til mín, nú eg fyri triðju ferð verði KÍ-venjari og eftir ætlan fari at verða tað í 4 ár.
Eg bleiv og eri alsamt fullkomiliga tikin á bóli av tí móttøku, sum tit øll góvu mær á hesi vitjan míni. Eg hevði satt at siga onga hóming av, at tit høvdu so sterkar kenslur um eydnuberandi árið 1999. Eg kom at gera eitt arbeiði sum yrkisvenjari og eg náddi tí, sum eg hevði sett mær fyri, so tann fløvi, sum eg kendi frá tykkum á hesi vitjan míni, tók meg av bóli og náddi heilt inn at hjartanum.
Eg vil eisini fegin takka sponsorunum, Norðoya Sparikassa og eisini leiðsluni í Klaksvíkar Býráð, sum gjørdu hesa vitjan møguliga og harvið vóru við til at geva okkara væl lýddað felag eina nýggja betri kós. Somuleiðis vil eg takka John William Joensen fyri at hann framdi tað telefonuppringing, sum var byrjanin til beinleiðis samráðingarnar millum meg og KÍ.
Men hevði Odd Færø ikki við sínum áhaldni og ídni, framt tey avrik hjá báðum samráðingarpørtum, sum hann gjørdi, hugsi eg ikki at sáttmálin millum KÍ og meg hevði verið gjørdur. Odd arbeiddi støðugt og treiskt millum báðar partar í samráðingunum og gjørdi hendan dreym til veruleika! Hann hevur av sonnum verið hetjan, sum ikki bleiv heiðrað, tá nátt varð á mál. So eg loyvi mær eisini at geva honum eina innarliga tøkk, sum kemur frá hjartanum.
Tykkum, sum ikki hava verið hjástødd og ikki hava hoyrt um ætlanir okkara, vil eg fegin heilt stutt siga frá, hvørjar ætlanir okkara eru:
 
Allar ætlanir mugu hava eina vision og vit nevna okkara fyri Visión 2009.
Eg trúgvi, at KÍ um 4 ár er væl og virðiliga aftur á røttu slóðini í øllum deildum felagsins og eru har, sum vit hoyra heima …. ovast á tindunum!
 Eg havi fult álit á leikarum okkara, á nevndini í felagnum og á teim fólkum, sum stuðla felagnum umframt sjálvandi eisini á bestu áskoðarafjøld í Føroyum, sum stuðla teimum blá-hvítu. Hetta er orsøkin til at eg avgjørdi at koma aftur sum KÍ-venjari.
Støðan hjá fyrsta liði okkara, sum nú í heldur langa tíð hevur verið heldur nær botninum av Formula-deildini, lærir okkum øll at ásanna, hvussu skroypiligur viðburður kann verða, og at vit eiga at vissa okkum at alt okkara tilfeingi verður gagnnýtt fyri at halda okkum í oddinum. Vit hava lært nakað av hørðum royndum. Vit kunnu ongantíð sleppa takinum, sum vit hava, um vit ynskja framhaldandi at vera best.

Ætlanin:
·        At venda aftur til sigursgongd okkara
·        At vekja dissiplin og eldhuga millum leikararnar
·        At vekja leiðaraevnir við góðsku millum leikararnar
·        Altíð at stríðast at vinna steyp
·        At skapa ynski um at vera best
·        At skapa góð kjarnuvirði
·        At endurskipa ungdómspolitikkin
·        At skapa virði í tí at arbeiða fyri og innan felagið
·        At kunna stuðlar felagsins áhaldandi um hvat hendir í felagnum
·        At geva almenninginum nakað at vera errin av!
 
Eg biði tykkum sjálvandi eisini um at vera tolin og stuðlandi í tí, sum eg ætli at vit skulu avrika og náa. Alt gott tekur sína tíð at skapa og er í síðsta enda vert at bíða eftir. Tí vit fara veruliga at arbeiða hart at náa málinum.
 Til seinast, ongin dagur er farin afturum síðani eg kom at kenna tykkum fyri fyrstu ferð, har eg ikki havi hugsað um Klaksvík og Norðoyggjar og tað fólk, sum býr í Klaksvík og í Norðoyggjum. Tit eiga øll eitt serligt pláss í hjarta mínum og eg kenni tað vera ein stóran heiður og fari at gera alt tað eg eri mentur at náa enn longur upp á tindarnar við liðið okkara enn nakrantíð fyrr!

Takk fyri, vit síggjast!
Tony Paris
KÍ-venjari 1977 1978 1999 2006

Harleywoodpaint