Klaksvíkar Býráð takkar fyri, at tað gjørdist møguligt at halda Føroya Sjómannadag og 100 ára hátíðarhald kommununar saman.
Tað var ein stór uppliving at síggja stóru mannamúgvurnar, bæði innan- og uttanlendis frá, hugna sær í øllum teim fjølbroyttu tiltøkum, sum fyrireikararnir høvdu sett í verk, bæði fyri børn og vaksin.
Tøkk til tykkum, sum komu at vitja okkum, og til borgarar okkara, tøkk fyri heilsanir, gávur og góðynski.
Eina serliga tøkk til alla ta sjálvbodnu arbeiðsmegina, sum gjørdi eitt megnar arbeiði fyri, at dagarnir skuldu eydnast. Tað ber ikki til at nevna nøvn, men tøkkina skulu tit øll eiga.
Samleiki okkara kom veruliga til sjóndar og vísti sína styrki hesar dagar.
Latið okkum varðveita henda týdningarmikla skatt, sum tó ikki kemur av sær sjálvum, og hervið vísa at vit eru góð við bý okkara og berjast fyri menningini í økinum.
Býráðsins vegna
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri




