Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsan úr Manhattan í New York

John William Joensen

Stuttligt at lesa nordlysid.fo her á Manhattan mitt i New york, skrivar Jákup Mikkelsen sum í løtuni er staddur á ST høvuðsstøðini í New York

"Tad var sera áhugavert at hoyra Koffi Annan og George W Bush tala Í ST týsdagin. Sera stór trygdartiltøk vóru sett i verk og sera trupult var at koma inn i ST bygningin – vaktarhald var á hvørjum horni og kanningar upp til fleiri ferðir áðrenn fólk kundu koma upp a pláss.
Í dag seinnapartin, skal danski uttanríkisráðharrin Per Stig Møller, tala. Vit hava havt ein fund við uttanríkisráðharran, í morgum har hann greiddi frá hvat hann fór at leggja dent á í talu sini. Annars voru vit kunnaði um nakrar fundir hann hevur havt við forsetar og uttanríkisráðharrar, millum annað tann Ísraelska og tann sum umboðaði Palestina.
Higartil hevur tað verið sera áhugavert at fylgt við tí sum fyrigongur á ST høvuðsborgini og hartil er valdysturin hja Bush og Kerry við at gerast beinharður og spenningurin tykist vera um Kerry nu fer at faa ein sidsta møguleika at vinna á Bush, sum nu i eina tið hevur ligið væl frammanfyri.
 
New york er eisini sera spennandi býur og her er nógv sum kann upplivast, sum vit ikki siggja millum Kjølin og Klakkin
 
Hav tað gott
 
Jakup Mikkelsen