Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Arbeiðseftirlitið verða sundurlisin

Helgi Abrahamsen

Løgtingið fer í dag at hava 1. viðgerð av uppskotinum hjá Henriki Old, landsstýrismanni, um at skilja Arbeiðseftirlitið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Løgtingið fer í dag at hava 1. viðgerð av uppskotinum hjá Henriki Old, landsstýrismanni, um at skilja Arbeiðseftirlitið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Arbeiðseftirlitið var skipað sum deild undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í mai 2013. Ein trupulleiki við hesum bygnaðinum er, at Arbeiðseftirlitið er ábyrgdarøki hjá landsstýrismanninum við samferðslumálum, meðan Heilsufrøðiliga Starvsstovan er øki hjá landsstýrismanninum við uttanríkis- og vinnumálum. Brunaeftirlitið, sum eisini er partur av uppskotinum, liggur undir VØRN, sum ser stovnur undir Fiskimálaráðnum.

Í viðmerkingunum til uppskotið um at skilja stovnarnar sundur stendur, at landsstýrið fer at raðfesta arbeiðsumhvørvið, millum annað við at hyggja nærri at bygnaðinum fyri at menna Arbeiðseftirlitið sum myndugleika. Samstundis skal Brunaeftirlitið verða partur av Arbeiðseftirlitinum.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11.