Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heilsulýsing Landslæknans fyri 2022 komin út

Jóhann Lützen

Landslæknaembætið hevur gjørt eina rapport, ið nevnist Heilsulýsing fyri Føroyar 2022. Hon fevnir um eina víðfevnda lýsing av alskyns heilsumálum og telur tilsamans 60 síður.

Økini, ið verða viðgjørd, eru fólkatal, føðingarhagtøl, fosturtøkur, sterilisatiónir, deyðiligleiki, smittandi sjúkur, umhvørvi, eftirlit av heilsuverkinum, apoteksverkið, fólkaheilsa generelt og so tað rættarmedisinska, herundir ónatúrligar deyðsorsakir. Umframt hetta er ein partur um Covid-19. 

Landslæknaembætið er umframt Lars Fodgaard Møller, landslækna, eisini Eyðbjørg Klemmentsen Gaard, lækni, Beinta í Hjøllum Hovgaard, spesialkonsulentur (cand.jur.), Sólrun Larsen, cand.scient.med., Jóhanna Ljósá Hansen, eisini cand.scient.med., Lona P. Johansen, skrivstovufulltrúi, Liljan Midjord, skrivari, og Sara Elisa Joensen, skrivari. Eisini skrivari.

Heilsulýsing Landslæknans kann takast niður her.

Harleyfacadeacryl