Eftir at løgtingsins umboðsmaður í summar kom til tað niðurstøðu at hon fekk ikki gjørt meira fyri at fáa Heilsu- og innlendismálaráðið at akta boðum frá umboðsmanninum, avgjørdi í gjár at leggja málið fyri landsstýrismálanevndina.
Tað er umleið trý ár síðan at undirritaði bað Apoteksverk Føroya um innlit í nýtsluna av evnafrøðisligum evnum, sum almennu heilsumyndugleikarnir í Føroyum hava játtað alivinnuni at brúkt í samband við aling á føroyskum firðum og sundum.
Eftir at baði apoteksverk og Heilsumálaráði hava lagt nógv fyri at nokta okkum innlit, varð kært til løgtingsins umboðsmann, sum tó á sumrið 2017 noyddist at geva skarvin yvir í royndini at fáa Heilsumálaráðið at ganga frá frámælinum frá einari samdari alivinnu.
Eftir drúgva umhugsan kom undirritaði til tað niðurstøðu at vert var at gera eina roynd afturat og royna málið hjá landsstýrismálanevndini, og fyrsta dagin í nýggja árinum var niðanfyrinevnda mál sent løgtingsskrivstovuni.
Til Landstýrismálanevnd Føroya Løgtings.
Tann 7. Juli 2017 fekk undirritaði bræv frá Løgtingsins umboðsmanni um at stovnurin sum Føroya Løgting setti til at hava eftirlit við, at stovnar undir ábyrd landsstýrisins hildu seg til tær mannagondir og fyriskipanir, sum áløgdar eru teimum, hevði givið skarvin yvir, í samband við kæru frá undirritaða um framferð hjá Innlendis- og Heilsumálaráðnum.
Hóast løgtingsins umboðsmaður í niðurstøðu síni hevði álagt Innlendis- og Heilsumálaráðnum at veita undirritaða innlit í nýtsluna av evnafrøðisligum evnum, sum almennu føroysku Heilsumyndugleikarnir, seinastu mongu árini, hava loyvt føroyskum alibrúkum at spræna út á føroysku firðirnar, noktaði ráðharrastovan hjá, Sirði Steenberg, landsstýrismanni, at fylgja boðunum.
Føroysku firðirnir hava frá landnámi og til dagin í dag verið spískamar hjá øllum føroyingum umframt at firðirnir eisini eru uppvakstrarøkir hjá fiskastovnunum, sum eru grundarlagið undir vælferðini hjá tjóðini.
Vónandi kann landstýrismálanevndin bera so í bandi at Heilsu so Innlendismálaráði aktar boðini frá løgtingsins umboðsmanni.
Vinarliga
John William Joensen
Blaðmaður
Norðlýsið
SÍ naka av SAMSKIFTINUM sum hevur verið í málinum (PDF)



