Tað hevur gingið væl hjá byggifelagnum, sum í løtuni er ígongd við at stoypa nýggju Heilsumiðstøðina upp.
Heilsumiðstøðin við Sandin, har kommunulæknar og onnur skulu húsast, skal eftir ætlan standa liðug næsta ársskiftið. Og arbeiðið sum er gjørt higartil hevur gingið væl.
Framhaldandi av heilsumiðstøðini, skal Tryggingarfelagið Føroyar byggja ein líknandi bygning og eftir tí, Norðlýsið skilir, verður arbeiðið við bygninginum hjá Tryggingarfelagnum skjótt útboðin.
Ein partur av bygninginum hjá Tryggingarfelagnum skal eisini leigast út til kommununa, til ymiskar tænastur til borgararnar á heilsuøkinum.




