Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsuøkið í Norðoyggjum fær 2 milliónir

Óluva Klettskarð, løgtingslimur fyri Tjóðveldi

Fíggjarætlanin fyri 2017 raðfestir ístandgerð av gomlu skaðastovuni, nýggja atkomu á Klaksvíkar sjúkrahúsi og endurvenjingin verður styrkt við hálvari millión.

Tað er neyðugt at skipa tilfeingisnýtsluna og arbeiðsbýtið á heilsuøkinum soleiðis, at vit tryggja samanhangandi viðgerðargongdir, skjótari og betri heilsutænastur, sum eru lætt atkomiligar hjá brúkaranum, og hóskandi starvsligar avbjóðingar í øllum landinum.

Norðurøkið bjóðar seg fram sum samanrunnin og smidligur partur av heilsuverkinum í Føroyum. Farið verður undir at skipa heilsudepil á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og endamálið við Heilsudeplinum í Norðoyggjum er at gera eina heildarætlan, sum hugsar heilsuøkið í Norðurøkinum sum eina heild. Átakið fevnir fyrst og fremst um virksemið á Klaksvíkar sjúkrahúsi, tænasturnar í sambandi við 1870 kommunulæknavaktina og Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Ætlanin er at skipa tænastur í sambandi við 1870 kommunulæknavaktina á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og hesum arbeiðir landsstýriskvinnan við.

Og somuleiðis er ynski um fleiri endurvenjingar- og viðlíkahaldsvenjingartilboð og formliga at samskipa tilboðini í primera og sekundera heilsuøkinum. Til byrjandi virksemi er peningurin ætlaður at væla um og nútímansgera skaðastovuna og fáa skipa atkomuna á sjúkrahúsið, so sjúklingar kunnu koma turrir inn og út úr sjúkrabilunum.

Til tess at umvæla/nýgera skaðastovuna og atkomuna hjá sjúklingum eru settar 1,5 millión í íløgum, og at styrkja endurvenjingina er settur 0,5 millión til rakstur. Hetta er ein byrjan at fáa betri skipað viðurskifti á sjúkrahúsinum, og saman við landsstýriskvinnuni verða eisini onnur tiltøk framd at bøta um 1870 tænastuna.

Óluva Klettskarð, løgtingslimur fyri Tjóðveldi