Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Heilsuøkið í Norðuroyggjum – ein royndarætlan

Jákup Petersen

Kommunulækni Magmus Magnussen hevur í Norðlýsinum eina viðmerking viðvíkjandi heilsumiðstøð í Klaksvík.

Magnus og eg gjørdust læknar nøkurlunda ísenn og vit kennast væl. Nú tá Magnus er farin í blekkhúsið og alment boðar frá, at tiltakið er óðamannaverk so veit eg, at hann er sera illa fyri av støðuni og noyðist at siga frá.

Tað er rætt sum Magnus sigur – læknaligt arbeiðið og læknaskipan er ofta lítið vird í sjúku-heilsu  verkinum. Ein fær ofta millum lítið og onki at vita hvat og hví ting henda. Hedur ein á at spyrja so plagar svarið at verða, at “serkunnleikin sigur”. Hvør hesin serkunnleikin er verður tó dult sum mannsmorð.

Eri tó ikki bilsin, at borgarstjórin og sjúkrahússtjórin (greipan) leggja eftir nøkrum sum riggar. Klaksvíkar Sjúkrahús søkkur spakuliga niður í eina inkompetenta mýri sum ongin lækni troystar sær at taka ábyrgdina fyri.

Greipan hevur støðugan tørv á einum streymi av tíðindum (meginparturin fake news) sum skulu geva eina fatan av menning  meðan verunleikin er, at óskilið bert versnar.

Tað er ongin yvirlækni settur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi meðan tað eru 4 yvirlæknar settir á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hví er tað? Tað er ongin leiðandi yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi meðan tað er settur fastur leiðandi yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Hóast hetta hava fake news skapt eina fatan í fólkinum, at tað eru nógvir yvirlæknar settir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og, at har stendur væl til.

Læknalig fyrisiting og leiðsla hevur sjúkrahússtjórin átikið sær og tekur reinar læknaligar avgerðir, stýring og leiðslu.

Heilsumiðstøð var sum kunnugt uppi at venda fyri nógvum árum síðani og var tað ein ófrávíkilig læknalig og røktarfaklig treyt, at nýtt sjúkrahús skuldi byggjast har tíðarhóskandi karmar og innstalleringar vóru tryggjaði. Útbygging av verandi sjúkrahúsi var ein møguleiki men  kostnaðarmikið og tað slapst ikki undan, at økið er brattlendi og sostatt óegnað.

Betri og bíligari varð at byggja sjúkrahús á slattlendi. Málið fekk politiska viðgerð og varð tikið av borðinum. Landsins politikarar kundu ikki góðtaka, at nøkur útbygging av nøkrum slagi kundið fara fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og fyri at sláa tað fast við 7 tumma seymi so kundið ikki verða talan um eina byggijáttan uppá 160 mió. Játtanin bleiv sostatt skerd til 15 mió.

Harvið høvdu politikarnir sligið fast, at sjúkrahúsið skuldið útfasast í verandi formi og funktión. Og fyri at gerða tað heilt greitt, so valdu teir at niðurleggja aðra seingjardeildina á sjúkrahúsinum og kroysta hana inn á hina so viðurskiftini blivu sum í 50-unum.

Um nakar støðugt varð í yva um politisku ætlanina so valdu teir eisini, at niðurleggja intensivu deild, sleptu ætlanum um sterilsentral, minkaðu viðrakning niður í eina helvt og skumpaðu hana út undir vaðingina. Statt so!

Umstøðurnar vóru nú so vánaligar, at suklingatryggd varð í vanda bæði á skurð- og medisinska økinum. Hetta gjørdu baði læknaliga og røktarliga leiðslurnar púra greitt. Heilsumálaráðið og sjúkrahússtjórin valdu síðani at fara uttanum fakligu leiðslurnar.

Læknaliga sæð var ikki annað at gera enn at stinga í sekkin og fast settu yvirlæknarnir stungu í sekkin. Eftir vóru so avlosyarar sum arbeiða fyri seg sjálvan og bert hava ábyrgd fyri sær sjálvum. Ongin læknaligur leiðari, ongin læknalig stýring og fyrisiting, ongin læknalig meginábyrgd o.s.fr.

Tað er nú at greipan trínir fram á vøllin og yvirtekur yvirlæknaligu uppgávurnar, gerðast dagligir gestir í fjølmiðlum við fake news o.s.fr.

At skraða eina vælfungerandi, byggd til endamálið, Heilsumiðstøð á sandinum sundur og  stappa hana inn í eitt røktarheim er ongin kunstur hjá teimum. Tað er júst soleiðis teir forkomu Klaksvíkar Sjúkahúsi møguleikan, at rigga sum eitt sjúkrahús. So teir hava royndir á hesum øki.

Ímeðan ganga á sjúkrahúsinum ortopedur við ábyrgd fyri akuttum medisinskum sjúklingum, almenkirurgur hevur ábyrgd av akuttum medisinskum og ortopediskum sjúklingum, Ortopedur hevur ábyrgd av akuttum almenkirurgiskum sjúklingum o.s.fr.

Landssjúkrahúsið sum liggur 1 tíma burtur hevur allar hesar sergreinur opnar 24 tímar um døgnið 7 dagar um vikuna, væl útgjørda intensiva deild, akutta hjartadeild, fasta ortopediska vakt, fasta almenkirurgiska vakt, fasta medisinska vakt, skannarar os.fr.

Nú eri eg ikki serkønur innan jura men tað kundið hent, at hendan greipan fæst við nakað revsivert. Teir skumpa ávaringar frá lækna og røktarfólkum til síðis og seta púra óneyðugt og tilvitað sjúklingatryggd í vanda.

Góði Magnus statt stinnur. Tit hava seinastu tryggu heilsu- og sjúkuviðgerð her norðuri. Tað rætta er, at tit sum ætlað byggja út eftir tørvi. Lat ikki greipuna bróta niðu tað seinasta í heilsu- og sjúku verkinum her norðuri sum er tryggt og riggar.

 

Vinarliga

Jákup Petersen

Serlækni í kirurgi og ortopedi

 

Harleywoodpaint