Í morgin kl. 14 verður seinasta “Renn fyri heilsuna” í ár. Hendan heilsurenningin er vorðin eitt eyðkenni fyri býin
Undirtøkan hevur aftur í ár verið avbera góð. Omanfyri 2.000 luttakarar hava verið við teir 22 leygardagarnar higartil. Fólk aðrastaðni frá enn Norðoyggjum hava eisini luttikið.
Hesar leygardagsrenningarnar hava avgjørt havt eina positiva ávirkan, tí tað eru alsamt fleiri og fleiri, sum eru farin at renna og/ella ganga.
Teinurin, sum er 5 km, er frá Sportmaster, út á Skarðhamar at venda og norður til Magn. Tá jarðarferðir hava verið, er ístaðin runnið norður til Ánavegin at venda og aftur til Magn.
Tað eru fleiri sum hava luttikið 15 ferðir ella meira. Hesi fáa eina gávu afturfyri. Øll sum hava luttikið, hava eisini fingið ein lutaseðil hvørja ferð tey er komin á mál. Í morgin verður trekt um hesar vinningarnar, sum eru rennipakki frá Sportmaster (virði 4.000), Olja frá Magn (virði 3.000), gávukort frá KBI (virði 2.000), gávukort frá EIK (virði 2.000) og Nokia fartelefon frá Føroya Tele (virði 1.500).
Á Magn fara tey í morgin, at gera meira burturúr enn vanligt, tá luttakararnir koma á mál.
Tað eru Treysti, Magn og Sportmaster í hava staðið fyri "Renn fyri heilsuna" í ár.




