Í samband við at Treysti fer at skipa fyri tunnilsrenning, tá Norðoyatunnilin letur upp eina ferð komandi ár, so fer Treysti saman við heilsunevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at geva fólki møguleikan at fyrireika seg til tunnilsrenningina.
Heilsunevndin hevur heitt á Treysti um at samskipa regluliga venjing fyri borgarum í Klaksvíkar Kommunu.
Tað er blivið meiri vanligt, at skipa verður fyri ymsum heilsuátøkum kring landið, og kemur hetta í kjalarvørrinum av tí nógvu kunning vit fáa um hvussu umráðandi tað er at hava ein sunnan lívsstíl. Ein kann siga, at øll henda kunning gevur úrslit, tí tað vísir seg heilsutiltøkini kring landi fáa góða undirtøku. Fólkið gevur hesum ans og tað er bert at fegnast um tað.
Ein av setningunum hjá heilsunevndini er, at virka fyri at heilsuviðurskiftini í kommununi eru góð. Gjøgnum fjølmiðlar og loftmiðlar verða vit mint á, hvussu umráðandi tað er fyri heilsuna at røra seg, í tí sambandinum hevur heilsunevndin heitt á Treysti um at hjálpa til at fáa borgararnar í kommununi at røra seg meira. Fyri at fáa fólk at røra seg meira, so er umráðandi at hava eitt mál at stremba eftir. Tí sá heilsunevndin tað sum ein gyltan møguleika at fáa fólk at seta sær renningina gjøgnum Norðoyatunnilin sum mál. Hetta verður eitt fyriskipa afturvendandi tiltak í fyrstu atløgu fram til tunnilsrenningina. Treysti skipar fyri og verður við fyri at geva ráðgeving og annars skipa tað soleiðis at allir luttakararnir verða skrásettir, so høvi verður hjá hvørjum einstakum at fylgja við hvussu gongur frá ferð til ferð. Tað verða uppmáldir ymiskir teinar sum luttakarnir, kunnu velja at venja hvørja ferð. Frá Treystinum verður dentur lagdur á at hetta tiltakið er fyri øll og at hetta ikki er ein rennikapping. Fólk eru vælkomin at ganga teinarnir um tey heldur vilja tað. Í fyrstu atløgu verður Oyravegurin brúktur til venjingarnar.
Fyrsta venjingin verður hósdagin 23. juni kl. 19. og verða luttakarnir bidnir um at møta við fótbóltsskýlið. Heilsunevndin og Treysti vóna at fólk taka væl undir við hesum og møta fjølment til venjingarnar.




