Heilsutrygd søkir eftir viðtalustarvsfólkum at arbeiða í kommunulæknaviðtalum í Norðoyggjum og í Eysturoynni.
Talan er um eitt avloysarastarv fyri læknaskrivara í barnsburðarfarloyvi, og um frítíðaravloysarar fyri viðtalustarvsfólk í summar.
Størvini
· Barsilsstarvið er 0,75 tíð og á læknamiðstøðini í Klaksvík. Setanartíðarskeiðið verður í umleið 1 ár.
· Avloysarastørvini eru í viðtalum í Eysturoynni og í Norðoyggjum.
Tú
Vit ímynda okkum, at tú ert læknaskrivari, sjúkrarøktarfrøðingur ella hevur tilsvarandi útbúgving. Tær dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini í senn, og at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tað er ein fyrimunur um tú hevur arbeiðsroyndir hjá kommunulækna ella royndir við talgildu heilsuskipanini.
Lønar– og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmálum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til:
Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 2
FO-710 Klaksvík
ella til t-post:heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skal umsóknin verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. mai 2016 kl. 12:00.
Barsilsstarvið verður sett frá 1. juni 2016 ella eftir nærri avtalu. Avloysararstørvini verða sett eftir nærri avtalu.
Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa í Heilsutrygd, á tlf. 794010.




