“Heilsuverkið hevur tað tungt, men útlitini fyri at hetta kann broytast, eru til staðar.” Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, á tingfundinum í gjár.
“Heilsuverkið hevur tað tungt, men útlitini fyri at hetta kann broytast, eru til staðar.” Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, á tingfundinum í gjár.
“Tað skal nógv til, og neyðugt verður at raðfesta hetta økið hægri tey komandi árini. – Tað verður ikki bíligt,” segði hon.
Tað var Jenis av Rana, løgtingsmaður, sum setti Sirið Stenberg ein ófráboðaðan fyrispurning um heilsuverkið.
Jenis av Rana spurdi, hvussu støðan er í heilsuverkinum, og vísti til tað, sum Pál Weihe hevur verið endurgivin fyri í fjølmiðlunum teir seinastu dagarnar.
Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, mælti til, at funnið verður fram til eina breiða politisku semju um heilsuverkið, tí tað mangla einar 200 – 300 mió. krónur á fíggjarlógini til tað økið.
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, vísti á, at tað verður ikki ein serfrøðingabólkur sum setur út í kortið, hvussu heilsuverkið verður raðfest, tí tað verður ein politisk avgerð.
Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, segði, at um vit hyggja eftir játtanarkørmunum, so svara teir als ikki til tørvin.
Annika Olsen, løgtingskvinna, vísti á, at umframt fíggjarliga tørvin, so er og verður tað eisini ein stór avbjóðing at skaffa starvsfólk til heilsuverkið.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017 er ein góð milliard sett av til heilsuverkið.




