Endabrakið byrjaði, áðrenn øll vóru liðug at renna, har hópin av fólk møttu upp í Badmintonhøllini. Formaðurin í Heilsunevndina, Kristian Eli Zachariassen setti løtuna við at takka fyri góðu undirtøkuna frá øllum síðum, bæði teimum, sum høvdu nakað at bjóða og at tað vóru so mong, sum høvdu roynt tey nógvu tilboðini, ið stóð teimum í boði.
Endabrakið byrjaði, áðrenn øll vóru liðug at renna, har hópin av fólk møttu upp í Badmintonhøllini. Formaðurin í Heilsunevndina, Kristian Eli Zachariassen setti løtuna við at takka fyri góðu undirtøkuna frá øllum síðum, bæði teimum, sum høvdu nakað at bjóða og at tað vóru so mong, sum høvdu roynt tey nógvu tilboðini, ið stóð teimum í boði.
Feløgini hvødu rættiliga spílað seg út og høvdu gjørt nógv burturúr, hvør á sínum bási, sum um vakrasti básurin skuldi verða kosin. Tey kunnaðu um nær og hvar ber til at venja hvat og onkur teirra hvødu steyp og heilursmerki við, sum prýddu nógv um – eisini avísklipp og sjónbond koyrdu.
Kunning um brúk av hjartastastartara frá Sjónám og heilsukekk frá Norðoya Apoteki var eisini á skránni. Løtan kendist hugnalig av góðum tónleiki, sum Pætur við Keldu spældi.
Eisini vísti eitt lið frá Kvøldskúlanum, Linedans og limir frá FullPower teirra kynstir, tá ið tey trinu fram á gólv.
Klokkan 17.30 vórðu heiðursmerki handað til tær mongu greinarnar frá reniningini – eisini ½ Marathonrenningini. Hesum stóðu deildarleiðarin í Eik, Margareth D. Djurhuus og borgarstjórin, Jógan Skorheim fyri í góðum samstarvi við Gutta Sørensen frá Treysti.
Jú, av sonnum ein góð og hugnalig løta í Badmintonhøllini við hópin av fólki, sum bæði vóru nøgd og áhugað í hesum áhugaverda og skilagóða tiltaki, ið ein væl skipað Heilsuvika hevði at bjóða teimum mongu, ið høvdu gjørt gagn av henni.
Við heilsukekkið hjá Norðoya Apoteki, har tey kannaðu m.a. blóðtrýst, BMI og gjørdu koliltumátingar, mundi køin ongan enda fingið. Størsti parturin av kunningartilfarinum, tey høvdu at bjóða, var rivið burtur, áðrenn tiltakið endaði.
Tá ið formaðurin í Heilsunevndini varð kannaður fyri blóðtrýstið hjá Norðoya Apoteki og tað var í hægra lagi, varð niðurstøðan, at Heilsuvikan hevði verið krevjandi fyri hann við at fyriskipa. Hann fekk tey ráð, at hann skuldi slappa av við einum “umgangi FullPower” og so kanna trýstið aftur í komandi viku – so mundi alt fara at legna seg.
Borgarstjórin takkaði at enda fyri og tók saman um, at Heilsuvikan var eydnast væl og takkaði øllum fyri teirra leiklut í at so varð – Eisini teimum, sum høvdu fingið heilsugóðan sveitta á pannuna.




