Heimasíðan hjá Fiskimálaráðnum er í morgun ruddað fyri tíðindi og alla kunning, men Rógvi Reinert, aðalstjóri sigur, at hetta hevur einki við ósemjuna millum Fiskimálaráðið og Vørn at gera.
Heimasíðan hjá Fiskimálaráðnum er í morgun ruddað fyri tíðindi og alla kunning, men Rógvi Reinert, aðalstjóri, sigur, at hetta hevur einki við ósemjuna millum Fiskimálaráðið og Vørn at gera.
“Okkurt KT-tekniskt er gingið fyri, og tað man vera í lagi nú,” segði aðalstjórin, tá vit tosaðu við hann fyrr í morgun, men seinast vit hugdu, var hetta framvegis ikki komið í rættlag.
Í farnu viku skrivaðu vit um eina ósemju millum Fiskimálaráðið og Vørn í sambandi við at loyvini at fiska makrel í ES-sjógvi vóru broytt. Fiskimálaráðið hevði givið boð um at skriva út nýggj loyvi, har áður givin atgongd hjá nótaskipum í ES sjógvi varð skerd. Men í nýggju loyvunum frá Vørn vóru gomlu loyvini ikki søgd at fara úr gildi, og sambært Vørn var heldur ikki loyvt at taka givnu loyvini aftur.
Men í løtuni er sum sagt øll kunning burtur av heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.




