Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimavirki sleppa ikki undan meirvirðisgjaldi

Helgi Abrahamsen

Meirilutin í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum tekur ikki undir við uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, um at heimavirki skulu sleppa undan at rinda meirvirðisgjald og bert rinda skatt av inntøkum sum eru omanfyri 50.000 krónur.

Sama uppskot varð lagt fyri løgtingið í seinastu tingsetu, men tá vísti meirilutin í fíggjarnevndini (Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø, Kristin Michelsen og Pauli Trond Petersen) á, at landsstýriskvinnan við fíggjarmálum arbeiddi við at endurskoða skatta- og avgjaldsskipanina við tí fyri eyga, at hon skal gerast meiri gjøgnumskygd. Tá varð sagt, at arbeiðið skuldi vera liðugt í seinasta lagi 1. januar 2017.

Nú mælir sami meiriluti frá at samtykkja uppskotið, og grundgevingarnar eru framvegis, at landsstýriskvinnan arbeiðir við at endurskoða skatta- og avgjaldsskipanina, men nú væntast arbeiðið at verða liðugt 1. juni í ár.

Minnilutin í fíggjarnenvini (Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen) tekur undir við uppskotinum.

Uppskotið kemur til 2. viðgerð á tingfundinum í dag.



Harleyfacadeacryl