Nú eftir at felagið Heimavirkni hevur havt handilshøli í Saltangará í eitt ár, er handilin fluttur í nýggj stásilig høli á Heiðavegi 34. Hetta er í sama bygningi har tað gamla Heimavirkisfelagið helt til, og liggur handilin sera væl fyri í miðøkinum í Runavíkar Kommunu.
Tað er stórur áhugi fyri at vera við í felagnum, og at kunna selja heimavirkaðar vørur, og eru nú útvið 100 limir í felagnum.
Limirnir hava alskyns heimavirkaðar vørur til sølu. Umframt tað siðbundna, heklaðar, bundnar, og seymaðar vørur, eru eisini vørur virkaðar úr træ, leirið, hornið og eisini nógvar ymiskar smúkkur.
Handilin er opin mánadag til fríggjadag kl. 14-17.30 og leygardag kl. 10-14.
Heimavirkni




