Leygardagin 7. juni kl. 10 letur nýstovnaða áhugafelagið Heimavirkni upp handil á Heiðavegi 50 í Saltangará.
Leygardagin 7. juni kl. 10 letur nýstovnaða áhugafelagið Heimavirkni upp handil á Heiðavegi 50 í Saltangará.
Tað eru fólk sum fáast við ymisk sløg av heimavirkisframleiðslu, sum hava tikið stig til handilin. Tað verður eitt breitt úrval av vørum at fáa til keyps, frá bundnum og seymaðum pløggum, til prýðislutir av ymiskum slagi.
Høvið verður eisini hjá limum, sum fáast við myndlist, at sýna fram síni verk í handlinum.
Handilin verður skipaður soleiðis, at limirnir sjálvir koma at skiftast at arbeiða í handlinum.
Í sambandi við upplatingina eru øll vælkomin inn á gólvið ímillum kl. 10 og 13, har eisini ein kaffimuður verður at fáa.
Heimavirkni




