Enn er eingin endalig dagfesting almannakunngjørd, men sum Norðlýsið skilur, skulu arbeiðstakararnir levera síni arbeiði nú um mánaðarskiftið, so Heimið við Vágna kann takast í brúk ein nærri ásettan dag í november.
Enn er eingin endalig dagfesting almannakunngjørd, men sum Norðlýsið skilur, skulu arbeiðstakararnir levera síni arbeiði nú um mánaðarskiftið, so Heimið við Vágna kann takast í brúk ein nærri ásettan dag í november.
Tað er Klaksvíkar Kommuna, sum letur byggja hetta nýggja røktarheimið, sum hevur fingið navnið: “Heimið við Vágna”. Samlaði byggikostnaðurin er áður upplýstur at vera 55,7 mió. kr., harav kommunan rindar smáar 40 mió. kr., meðan landskassastuðulin er góðar 16 mió. kr.
Sambært uppruna tíðarætlanini skuldi Heimið lata upp í summar, men hetta er so seinkað nakað, soleiðis at upplatingardagurin verður í november mánað – helst nakað tíðliga í mánaðinum.
Verandi skipan er tann, at tað eru kommunurnar, sum – við nakað av landskassastuðli – fremja og fíggja íløguna í nýggj røktarheim, men síðani tekur landið sær av at reka heimini.
Sostatt fer Klaksvíkar Kommuna – tá ið Heimið við Vágna er liðugt bygt – at hava eina almenna móttøku, har heimið verður sýnt fram fyri almenninginum og samstundis verður handað landinum at manna og reka.
Fyrireikingarnar til upplatingina eru tí í hæddini nú.
Í summar varð starvið sum leiðari fyri Heimið við Vágna lýst leyst, og avgjørdi Almannaverkið at seta Merry Hansen, sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, í starvið. Hini størvini á heiminum eru síðan lýst leys í heyst, og sum skilst, eru tey flestu av hesum eisini sett.
So um nakrar fáar vikur fara nøkur av okkara eldru borgarum at fáa eitt nýtt heim – “Heimið við Vágna”.




