Alt meðan politiska skipanin saman við nøkrum fornermaðum fiskifrøðingum roynir at undirgrava okkara fiskidagaskipan roynir vinnan at yvirliva.
Vánaligir fiskaprísir hækkandi rentu, oljuútreiðslur, og vanaligan fiskiskap. Hetta vísir at politikkarar ikki skilja at tað eru vinnuligar eindir í skullu yvirliva, og er okkara greiða áskoðan at tað ikki ein niðurfisking íð er orsøk til hesa støðu. Vinnan kann ikki longur góðtaka hetta sirkus, sum er á hvørjum árið við ásetan av fiskidøgum. Neyðugt er við politiskum langtíðarplanleggjan í byggja burðardyggar metingar og ikki ræðumyndir í tíð og ótíð.
Vinnan skelkað
Undir viðgerðin av ásetingini av fiskidøgum fyri komandi ár, kom tíðuliga frám at áhugin fyri málinum var sera lítil. Løgmaður var mest sum ikki til staðar í Løgtinginum og fiskimálaráharrin gekk og mól inn og út úr salinum, meðan sjómenn og reiðarar lýddu á framsøgufólkini í fiskivinnumálum.
Har kom tíðuliga fram at øll í høvuðstaðnum ynskja at skerja, og er als eingin áhugið at viðgera fiskivinnuviðurskiftini sakliga. Nevniliga eru stovnarnir niðurfiskaðir eftir at fiskidagaskipanin kom í gildi?.
Taðer undrunarvert at stórur partur av føroya fólki rópar, skerja skerja, væl stuðlað av nøkrum fornermaðum fiskifrøðingum. Minsta kravið má verða at hesi fólk um tey hava so ovurhonds áhuga í fiskivinnuni at tey seta seg niður og finna útav hvussu skipanin er uppbygt og hvat er grundarlagið undir henni.
Flotin minkaður sera nógv
Um fólk tíma at lesa tøl hjá Hagstovu Føroya so sæst tíðuliga at flotin er minkaður munandi, bæði í nøgd og brt. Tað kann esini staðfestast við tølum, at tað er mest sum einkið eftir av tí størri útróðrarflotanum, og tann øking sum er hend í Línuflotanum er íkomin eftir einum politiskum ynski og er hetta eisin nakað sum fiskifrøðingarnir hava ynskt, nevniliga at flyta veiðuna frá innaru leiðum til ytri leiðir.
Effektiviseringssjúkan
Pástandurin um effektivitetsøkingina. Um man tekur útróðrarflotan bólk 4, og línuskipini undir einum so eru 45 útróðrarbátar tíknir úr flotanum meðan 6 línuskip eru komin aftrat síðani 1997. Hetta kann ómøguligt verða ein effektivitetsøking. Samstundis skulu vit hava í huga at línuflotin er skert við 30% og hava línuskipini einans 110 dagar og útróðrarbátarnir hava einans góðar 80 fiskidagar. Ein skal eisini hugsa um at flotin er gamal og eru fleiri skip yvir 30 – 40 ár. Hvussu kann man bert tosa um effektivisering tá vit hava ein sera gamlan flota. Bert tey argumentir ið hóva frøðingunum verða nýtt. Men tann sum veruliga setir seg inn í fiskiveiðusøgu Føroya má ásanna at veiðan við Føroyar als ikki er økt.
Friðingar og tó eingin fiskur
Eftir at Føroya Banki hevði veri friðaður í fleiri ár, fekst ikki livandi har tá byrja var aftur at fiska, men bráðliga var sera nógvur fiskur aftur á Føroya Banka og enn fyriliggur einki vísindaligt svar uppá hvussu hetta hendi.
Fyrst í 90´unum
Høvdu vit fylgt fiskifrøðini fyrst í 90 ´unum so høvdu vit óiva mist eini 100.000 tons av toski gjøgnum nøkur fá ár orsaka av teirra ráðgeving. Teir søgdu at toskastovnurin var avoyddur, men stutt eftir fiskaðu vit væl omanfyri 30.000 tons at toski gjøgnum fleiri ár.
Fiskidagaskipanin
Sannlíkt er at vit nokk hava ein av heimsins bestu fiskiveiðuskipanum, men neyðugt er at vit tora at taka tey nátturligu sveggjuni ið eru, bæði vinnan og fiskifrøðingar mugu tola hetta, samstundis sum politiska skipanin eisini må skilja hetta. Neyðugt er at øll skilja at havøkið runt um Føroyar ikki er ein hagapartur ella ein aliringur.
Fiskaloysisgudurin
Í grein í vinnuvitan vísir Búi Tyril á, at tey lond íð stýra fiskiveiðuni harðast, fiska minst. Soleiðis hevur man i vesturheiminum megnað at smildra fiskiveiðina soleiðis at hendan er ein viðfáningur av hvat hon hevur verið. Russiskir fiskifrøðingar eru nú komnir til at stovnurin í barentshavinum er undirmettir við 70%. Islendski rithøvundirin Asgeir Jakobsson nevnir í einum av bókum sínum at vit í Vesturheiminum dyrka ein gud í hann kallar Fiskaloysisgudurin. Hetta er eisini tað ið akademiska elitan í Føroyum hevur tikið til sín.
Vit vilja inniliga heita á polittikararnar og fiskifrøðingarnar um at sláa kalt vatn í blóði og lata tíðina arbeiða fyri skipanini og bera vit ongan ótta fyri at fiskurin ikki kemur aftur. Trygg vinnuviðurskiftir fyri flakafólk og fiskimannin er betur enn rumbul og óstøðuleiki fyri Føroyska samfelagið.
Óli M. Lassen
Eyðstein Poulsen
Auðunn Konráðsson




