Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsins besti leikari ivasamur til HM

HM tíðindi

Ein skaði viðførdi, at kanska heimsins besti leikari hetta kappingarárið møguliga missir í øllum fyrsta partin av HM kappingini.

Luis Suarez bleiv við sínum 31 málum og 12 uppleggum ársins greiði toppskjútti og ársins leikari í Premier League hetta kappingarárið, hóast hann misti fyrstu 5 dystirnar vegna leikbann og einki brotsspark skeyt. Við betri hagtølum enn t.d. Lionel Messi og Christiano Ronaldo hevur Suarez kanska verið heimsins besti leikari hetta kappingarárið.
Men í morgun fekk Suarez ein meniskskaða, ið gjørdi, at hann mátti skurðviðgerast í dag. Boðini eru, at hann er úti í minst ein mánaða. Uruguay spælir fyrsta HM dystin 14. juni móti Costa Rica og næsta dystin 19. juni móti Onglandi. Tískil er ivasamt, um vit síggja ein av heimsins bestu leikarum í ársins HM endaspæli. Undir øllum umstøðum verður hann ikki í toppformi.