Sjomannadagur.fo úr savninum 14.08.12
Livar Nysted hevur gjørt eitt víkingaskip til ársins Sjómannadag. – Tað er heimsins minsta víkingaskip, har eini 4 børn kunnu verða í og tey sleppa at royna seg í honum leygardagin, sigur hann.
Víkingarnir eiga sín part í føroysku søguni og øll kenna víkingaskipini við serliga skapinum og stóru seglunum. Á Sjómannadegnum verður høvið at síggja eina serliga útgávu av einum modellið av einum Víkingaskipið, sum kendi røðarin í Hvannasundi, Livar Nysted, hevur gjørt til dagin.
– Hugskotið aftanfyri hetta er nokk føroyasøgan og at skapa nýggjan áhuga fyri henni. Vit føroyingar eru komnir frá víkingum ella víkingar vóru í øllum førum nakrir av teimum fyrstu, ið vóru í Føroyum. Tí kann hetta møguliga skapa ein nýggjan áhuga fyri børnini, sigur Livar.
Børnini fara at rógva
Á Sjómannadegnum verður høvdi at royna seg í víkingaskipinum, sum kemur at sigla við bryggjuna.
– Tað var fyri tíð síðani, at eg hevði tankan frammi fyri onkrum av fyriskiparunum av Summarfestivalinum, sum vildu hava okkurt nýtt og spennandi, og teir hildu hetta verða spennandi. Síðani havi eg fingið hetta upp í lag og arbeitt við at gera hetta skipið klárt tann síðsta mánaðin, har eg havi verið í gongd hvønn dag. Á Sjómannadegnum plaga jollur at sigla og eg ímyndi mær, at víkingaskipið kemur at sigla millum tær. Eini 4 børn passa í, í senn og so sleppa børnini eisini at rógva saman við einum havrógvara, sigur Livar við einum smíli.
Verður brúkt aftur
Livar vónar, at tiltakið fer at eydnast væl soleiðis at hetta modellið av einum víkingaskipið kann brúkast til onnur tiltøk framyvir.
– Víkingaskipið man verða heimsins minsta, men endamálið er, at børnini fáa áhuga fyri hesum og okkara uppruna. Tað er nokk stuttligt hjá teimum at sita í bátinum, sigla, hava svørð í hondini og annars koma tættari uppá hesi mentanini. Verður hetta væleydnað, so er hugsandi, at skipið kann brúkast til onnur tiltøk, sigur ein spentur Livar Nysted við Norðlýsið.
Skrivað hevur: Jákup Ósá


