Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsins størsta smoltstøð – rættulig gongd komin á arbeiðið

Oliver Joensen

Magni Garðlíð, stjóri á Viljanum vann kappingina um kokkaríið í samband við byggingina. Vit hittu Magna Garðalíð við barakkirnar, ið settar eru upp á byggiøkinum.

Vit eru byrjað at gera mat her fyri umleið eini viku síðani. Enn er ikki full gongd komin á arbeiðið, men sagt verður at vit kunnu rokna við at skula matgerða til eini 80-100 fólk hvønn dag tá alt er komið upp at koyra við arbeiðinum. Vit gera morgunmat, døgurða og nátturða. Til tess hava vit ogna okkum ein køksvogn og ein kølivogn, so vit eru sera væl fyri til hetta arbeiðið. Eg má siga, at hetta er ein stór avbjóðing hjá okkum, men vit eru sera spent og ætla at loysa hetta á allar besta hátt, sigur Magni Garðalíð at enda.

Heimsins størsta smoltstø  verður stór, heilar 20.000 fermetrar í ummát og hon fer at ala 7 milliónir smolt á 500 gram til støddar, so trý túsund og fimm hundrað tons av smolti fara eftir ætlan at koma frá hesi smoltstøðini.