Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimskenda Lena Maria Klingvall í Løkshøll

Tíðindaskriv

Hóskvøldið 28. august kl. 19:00 fáa føroyingar serstakt høvi at hoyra Lenu Mariu Klingvall. Á konsertini í Løkshøll fer Lena Maria, saman við egnari tónleikaratrio, at framføra eina fjølbroytta skrá við kendum og ókendum sagnum í ymiskum stíli og á ymiskum tungumálum. Fleiri av kendu sangunum eru á nýggjastu fløguni “Ett ögonblick”, sum er fimtanda fløga hennara.

Hóskvøldið 28. august kl. 19:00 fáa føroyingar serstakt høvi at hoyra Lenu Mariu Klingvall. Á konsertini í Løkshøll fer Lena Maria, saman við egnari tónleikaratrio, at framføra eina fjølbroytta skrá við kendum og ókendum sagnum í ymiskum stíli og á ymiskum tungumálum. Fleiri av kendu sangunum eru á nýggjastu fløguni “Ett ögonblick”, sum er fimtanda fløga hennara.

Lena Maria sá dagsins ljós í 1970 og var fødd við ongum ørmum, og annað beinið var nógv styttri enn hitt. Í dag ferðast Lena Maria um allan heim við søgu síni, har hon lýsir týdningin av at liva eitt góðskufult lív og í gerandisdegnum at síggja møguleikar, heldur enn mørk.

Løtuna í Løkshøll fer hon eisini at siga frá søgum og ymiskum, sum hon hevur upplivað – bæði gaman og álvara. Eisini um mongu ferðir hennara, serliga í Asia.

Í 2008 fekk Lena Maria heiðursmedalju frá svenska konginum. Í grundgeving frá kongshúsinum stóð: “Fyri virknan lut sum listafólk og ítróttakvinna, sum eisini hevur verið fyrimynd fyri fólk, ið bera brek, í og uttan fyri Svøríki”.

Søgan hjá Lenu Mariu vísir, júst sum kongshúsið viðurkennir, hennara stóra týdning fyri, hvussu samfelagið sær fólk, sum bera brek, og eisini ágrýtni hennara at vísa at hóast brek kann lívið vera gott og innihaldsríkt. Í dag livir hon sum songkvinna, rithøvundur og listakvinna. Á teimum umleið 60 ferðunum í Asia við konsertum, sjónvarps- og útvarpssamrøðum, blaðgreinum og umleið 50 fløgum og filmum, hava fólk veruliga tikið hana til sín.

Lena Maria er útbúgvin á “Stockholms Kungliga Musikhögskola”. Tónleikararnir á føroyaferðini eru Joakim Holgersson, klaver, Magnus Ahlgren, bass og Robin Brokvist, trummur.

Endamálið við ferðini er at varpa ljós á týdningin, hóast avbjóðingar, at liva eitt góðskufult lív. Umframt konsertina í Løkshøll fer Lena Maria eisini at vitja miðnámsskúlar.

Atgongumerki á kr. 100,- til konsertina “Ein løta” eru at fáa á heimasíðuni hjá Løkshøll www.loksholl.fo.