Dómsnevndin til nýggju tónleikakappingina Stella Polaris sum verður hildin í døgunum 28. februar og 1. mars í Norðurlandahúsinum, er nú mannað. Fimm dómarar eru, og ikki kann sigast annað enn, at fyrireikararnir hava fingið hendur á einum sera sterkum dómarapaneli.

Í dómsnevndini eru 5 limir: Ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrarar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking.
Dómsnevndarformaður verður heimskendi skotski trompetleikarin John Wallace. John Wallace er rektari á Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow og er kendur víða um, sum ein av fremstu trompetleikarum seinnu mongu árini.
Dómari, ið umboðar tónleikagreinina í breiðari merking, verður heimskendi blokkfloytuleikarin Michala Petri. Michala Petri er úrmælingur á blokkfloytu, og framførir kring allan heimin. Hon starvast harafturat eisini sum proffessari á Kgl danska tónlistaskúlanum í Keypmannahavn.
Umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla verður Bo Isholm, fyri Føroya Symfoniorkestur Bernharður Wilkinson og umboð fyri áhoyrarar verður Anna Sofía Restorff.
Kappingin fer av bakkastokki 28. februar við innleiðandi umførum, og sjálv finalan verður í Norðurlandahúsinum 1. Mars 2014.