Men tað er tað als ikki tí 20. august er dagurin, sum er valdur til fyrstu fyriskipanina av egnikapping í Norðoyggjum.
Hetta er tó ikki ókend kapping aðrastaðni. Í Noregi hava teir fyriskipað slíkum kappingum og skal ein trúgva tí, sum er skrivað um eina slíka kapping í Fiskaren, so eru hetta sera undirhaldandi og áhugaverdar kappingar. Eisini frættist at í Íslandi hevur slík kapping verið fyriskipað.
Longu nú hava vit sum fyrireikarar tikið upp samband yvir um hav til noregs at vita, um tað ikki ber til at samskipa kappingina saman við teimum eins og ætlanin eisini er at taka samband upp við íslendingar.
Fæst eitt samstarv í lag, ja, so er lag á manni at skipa fyri rættuligari heimsmeistarakapping ímillum lond, har egnarar úr fiskivinnutjóðunum hittast um sjálva kappingina, men kanska eisini fyri at kjakast um sínamillum upplivingar.
Vit síggja fyri okkum kvalifiseringskappingar, har vit í seinasta enda finna eitt "landslið", ið síðani fer at kappast móti normonnum og íslendingum um Heimsmeistaraheitið í egning.
Men fyribils vera tað so okkara lokalu føroysku egnararnir, ið kunnu meldað til.
Onki er at ivast í, at eitt slíkt tiltak, sum frá líður eisini kann víðkast til nakað, ið líkist eini fiskivinnustevnu, har alt verður at síggja, sum hevur við fiskarí og fiskaúrdráttir at gera.
At gera arbeiði um til eina ítrótt eisini er ikki óvanligt her á landi.
Eitt talandi dømi er kappróðurin, ið er sprottin úr at vit fyrr í tíðini søgdu at "føroyingurin er føddur við ár í hond".
Hetta kann valla sigast um okkum føroyingar nú á døgum, men hinvegin hevur róðrarítróttin hildið róðrarsiðurinum uppi, soleiðis at vit enn ídag kunnu síggja ungdómar við ár í hond á firðum og sundum.
Sjálvt um vit seinnu árini hava fingið egningarmaskinur, sum alt meira og meira vinnur fram, eisini hjá smærru bátunum, so vera framvegis fleiri túsund stampar egndir í Norðoyggjum á hvørjum ári og tí er sjálvsagt at vit ganga á odda, tá ið ræður um at gera okkara arbeiði til eina ítrótt og undirhald eisini.
Sum sagt aðrastaðni, so er ætlanin at leygardagurin 20. august skal vera ein fest og stevnudagur í Klaksvík, har havið og fiskivinna vera sett fremst.




