20. august í ár, fer Norðlýsið, saman við øðrum at fyrireika fyrsta heimsmeistaraheitið í egning nakrantíð.
Tað hevur verið tosað nógv og leingið aftur og fram í Klaksvík um at skipa fyri einum heimsmeistaraheiti í egning. Nú hevur so Norðlýsið, saman við øðrum tikið stig til at skipa fyri eini slíkari kapping, og dagurin er setur at vera 20. august í ár.
Ætlanin er, at eitt stórt tiltak við fjølbroyttari skrá skal leggjast fyri leygardagin 20. august, har alskyns undirhald við tilknýtið til sjógv og fiskarí skal fyriskipast.
Enn er skráin fyri dagin ikki løgd, men arbeitt verður við hesum og um nakrar dagar verður ein skrá kunngjørd og eisini ein reglugerð fyri heimsmeistaraheitið í egning.




