Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsmeistari í egning til Føroya

John William Joensen

Kjell Ovesen úr Kjøllefjord, sum í fjør vann heimsmeistaraheitið í egning 2007, hevur boða frá at hann fer at kappast á Sjómannadagnum tann 16. august í Klaksvík. Hettar er fjórða ferðin at Føroya Sjómannadagur verður fyriskipaður og hetta er aðru ferð at heimsmeistarakappingin í Egning verður í Føroyum.

Í fjør tapti John Havn meistaraheitið til Kjell Ovesen, úr Kjøllefjord, og í vikuni kom bræv úr Norra har boða var frá at norski heimsmeistarin verður við at ferðini til Føroyar í samband við sjómannadagin.

Í norska ferðalagnum sum vitjar til Sjómannadagin verða Kjell Ovesen, fisker og mester i lineegning, Tor Petter Krogh, fisker, leder af Kjøllefjord Fiskerlag og i styret for utvikling og omstilling i Lebesby Kommune, Arild Olsen, daglig leder på Aker Seafoods Kjøllefjord, og Toril Svendsen, prosjektleder næring i Lebesby Kommune.

————–

John Havn fyrrverandi heimsmeistari í Egning í norska kringvarpinum – NRK

http://www1.nrk.no/nett-tv/klipp/261016