Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsmet: Stórur dagur í Klaksvík sunnudagin

Jákup Ósá

KÍ kvinnurnar kanna sær ikki bjørnina fyrr enn hon er skotin, men nógv bendur á, at KÍ kvinnurnar fara at seta heimsmet sunnudagin í Klaksvík.

15 FM heitir á rað í bestu deildini. Tað er bragdið, sum KÍ kvinnurnar fara at klára í ár. 4 umfør eru eftir at spæla hjá kvinnunum, og KÍ er 11 stig frammanfyri EBS/Skála, sum er á 2. plássi. Sostatt vinnur KÍ FM heitið, um liðið vinnur dystin sunnudagin móti ÍF/Víkingi. ÍF/Víkingur hevur bara vunnið 4 av 16 dystum í ár. Men hinvegin skal havast í huga, at dysturin fyrr í ár í Klaksvík millum KÍ og ÍF/Víking endaði við javnleiki 2-2. Síðani tann dystin hevur KÍ vunnið allar dystirnar.

Hetta er 15. meistaraheitið, sum KÍ kvinnurnar væntandi fara at vinna. Hetta er heimsmet í kvinnufótbólti og minst ájavnt við metið í mansfótbólti. Meir um tað á heimasíðuni í morgin.

Dysturin í Klaksvík sunnudagin byrjar kl. 14.00.

Harleywoodpaint