Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsmetið fevnir aftur til ár 2000

Jákup Ósá

KÍ kvinnurnar byrjaðu uppá hesa røðina í ár 2000. Árið fyri endaði KÍ á 4. plássi og tapti steypafinaluna. Í landskappingini vann liðið bara 3 av 12 dystum, so tá bendi einki á, at KÍ árið eftir skuldi vinna FM.

Men í ár 2000 vann KÍ í harðari kapping við VB og HB. KÍ vann við 24 stigum fyri 10 dystir, VB fekk 22 stig og HB 21 stig. Til stuttleikar kunnu vit taka fyrsta landskappingardystin í røðini fram ímóti heimsmetinum, sum kanska verður sett í dag.

Í Klaksvík vann KÍ 6-1 móti NSÍ tann 30. apríl í ár 2000. Rannvá B. Andreasen skoraði 2 mál, Malena Josephsen skoraði 2 mál, Ragna Patawary skoraði 1 mál, og Ann Stauss skoraði 1 mál.

KÍ uppstillingin hendan dagin var: Paula Sjóstein – Ann Stauss, Petra Sjóstein, Jensa Sirdal, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen, Elsa Maria Simonsen, Malena Josephsen, Viviann Bjartalíð, Marian Maslyk og Rannvá B. Andreasen. Á bonkinum sótu Vígdis Kristiansdóttir, Annelisa Justesen, Sigrid Mikkelsen og Una Olsen. Venjari hetta árið var Jón Harald Poulsen.

Í dag kann KÍ sum sagt seta heimsmet, um liðið vinnur dystin í Klaksvík móti ÍF/Víkingi. Dysturin byrjar kl. 14.00.

Kelda: FaroeSoccer