Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimurin sambært KVF

John William Joensen

KVF hevur seinastu vikurnar í trimum sendingum ”lýst avbjóðingar í samband við, at fiskivinnan skal ný-skipast….” skrivar føroyska miðla monopolið, men tað sum hevur eyðmerkt sendingarnar er at næstan eingin í vinnuni ella politisku skipanini hevur ynskt at luttikið eftir tí leisti sum sendingarnar vóru skornar eftir. Triðja og seinasta sendingin í røðini var gjárkvøldi og snúði seg um ”duldu sølurnar av fólksins ogn og útlendska leiklutin í føroysku fiskivinnuni.”

KVF hevur seinastu vikurnar í trimum sendingum ”lýst avbjóðingar í samband við, at fiskivinnan skal ný-skipast….” skrivar føroyska miðla monopolið, men tað sum hevur eyðmerkt sendingarnar er at næstan eingin í vinnuni ella politisku skipanini hevur ynskt at luttikið eftir tí leisti sum sendingarnar vóru skornar eftir. Triðja og seinasta sendingin í røðini var gjárkvøldi og snúði seg um ”duldu sølurnar av fólksins ogn og útlendska leiklutin í føroysku fiskivinnuni.”

Fyri tann sum fylgir við í politikki og serliga vinnulívs politikkinum var lítið nýtt – tí tey flestu málini eru lýst av øðrum miðlum og tí kendist sendingarnar sum endurtøkur við myndum og tónleiki afturvið.

Kjartan Hoydal var sum altíð sera beinrakin men eisini her kendist tað merkisvert at Kringvarpið ikki helt tað verða áhugavert at hoyra meiningina hjá Kjartan Hoydal um eina møguliga skipan við uppboðssølu av fiskiloyvum, tá seinasti kapitulin í sendingini annars var ein lovprísan av at selja alt tilfeingið á uppboðssølu.

Uttan at kunna vísa á nakað land í heiminum sum selur alt sítt tilfeingi á eini uppboðsølu var eingin kritiskur spurningur settur teimum sum prædikaðu tað reina evangeliið fyri opnari mikrofon? Enntá varð sagt at vit mugu lata marknaðarkreftirnar ráða sær sjálvum – samstundis sum dentur var lagdur á at einans føroyingar máttu eiga og taka lut í vinnuni tá tilfeingi skuldi bjóðast út.

Í partinum sum viðgjørdi føroyska og útlendska eigaraskap – kom fram at fleiri av stóru feløgunum ikki rindaðu skatt og hetta er ein veruleiki sum ikki er avmarkaður til fiskivinnuna ella Føroyar. Her er tað skattlógin sum ræður og har er tað uppgávan hjá TAKS at hava eftirlit um virksemi er lógligt. – Tað slóg beinleiðis í eyguni tá fíggjarligu treytirnar hjá útlendsku reiðarríðunum við sokallaðum føroyskum strámonnum vóru lýstar og tær samstundis ikki vóru samanbornar við tær treytir sum føroysk reiðarríð hava frá føroyskum og útlendskum lániveitarum. Her hevði eitt sindur meira vinnuligt innlit hjá teimum sum gjørdu sendingarnar uttan iva verið við til at styrkt um vitanar grundarlagið hjá hyggjarunum. Men eisini her valdi redaktiónin frá og harvið vóru ávís samtøk og persónar gjørd til skurkar og illmenni, meðan onnur sum áttu alt sjálvi vóru útnevnd av landstýrinum at verða  milliarderar. Sendingin hevði einki hugtak ella lýsing av teimum mongu sum eru farin á húsagang og sum fingu eina syrgiliga lagnu.

At útlendsku reiðaríðini og lániveitarar fíggjaðu ”strámenn” við lægri rentu enn føroysku fíggingarstovnar megna var áhugavert evni at brúkt ein kapitul til, men eisini hetta var valt frá í sortudíki.

Skalt tú hava fígging til eitt skip sum kostar kvart milliard er væl eingin loyna at treytir fylgja við og tí hevði hesin spurningur uppiborið eina breiðari viðgerð, tí tað er ikki langt síðan at føroysku peningastovnarnir vildu hava trygd í fiskiloyvum, og tað hevði væl sínar orsøkir.

At sendirøðin endaði við margháttligt har allir føroyingar skuldu fáa ein kekk frá fiskivinnuni uppá eina milliard rullandi hvørjaferð uppboðsølu klokkan ljóðar – so alt føroya fólk kundi liva av at selja veiðurættindi til sín sjálvan – var heilt fantastisk!

Leikritið hjá KVF var júst tað sama sum tá høvuðstaðarpressan viðgjørdu valskipanina – tann nýggja skipanin skuldi loysa allar trupulleikar – og vit kenna øll avleiðingarnar – nú atkvøður veljarin fyri Kaj Leo og fær Reimund inn á ting.

Men rós skal Kringvarpið hava fyri lýsingar av málum har ov lítið gjøgnumskygni er og vantandi ella einki eftirlit eru, men redaktionelt átti ein stovnur sum fær 80 mió. kr. um árið at megnað at lyft einstøku evnini til eina størri og breiðari viðgerð.

Men hvat er at vantað frá einum stovni nú sjálvt ein verbal hóttan frá einum advokati í Havn, sum sambært kvf var misnøgdur við stjóran, er ein søga í bestu senditíð!

Støðið tykist mest verða tikið út frá undirhaldsvirinum heldur enn innihaldinum.

Var annars saman við einum sjómanni, sum hevur góðan tjans og tá eg spurdi um fortjenastan var góð gjørdist hesin veiðumaðurin, sum hevur verið stóran part av lívinum á sjónum, illa við og gjørdi greitt at hann helst ikki fortaldi fólki um sítt arbeiði tí alt var skúmað upp.

At lova fólkinum eina milliard rullandi við jøvnum millumbili í bestu senditíð og gloyma hvør er tann sum fiskar , virðisøkir og eigur ”knowhow” er tankavekjandi.