Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heini O. Heinsen heiðraður á Føroya Sjómannadegi

John William Joensen

Eftir at Heini hevði handað heiðurstekin til bestu skip og bátar 2007, komu umboð fyri vinnuna á pallin og heiðraðu løgtingsmanninum

Á Føroya Sjómannadegi er tað formaðurin í Vinnunevnd løgtingsins, sum handar heiðurstekin til bestu skip og bátar í Føroyum í undanfarna árið.
Johan Dahl, formaður í vinnunevndini fekk forfall og tí bleiv tað næstformaðurin í nevndini, Heini O. Heinesen, sum stóð fyri handingini.

Áðrenn nakar visti av, trein formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Augunn Konráðsson, inn á pállin og í hølunum á honum komu umboð fyri Felagið Línuskip, Felagið Trolbátar, Skipara og Navigatørfelagið, Føroya Fiskimannafelag og Maskinmeistarafelagið. 

– Vit ynskja við hesum heiðursbrævið at takka Heini fyri enn einaferð at hava staði sum ein maður, og vart fiskimannin og útjaðaran, segði formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna.

Síðani fekk Heini O. Heinsen handað blómutyssi og eitt viðurkenningarskjal.
Tað var ein sjónliga rørdur løgtingslimur sum tók ímóti viðurkenningini og hann takkaði so hjartaliga fyri megan lógvabrestir rungaðu um alla Stangabrúnna.