Heini Olsen hevur júst luttikið í Politiken Cup 2007, har tað eydnaðist honum at vinna sín næsta IM-norm av íalt trimum, sum krevjast til at fáa heitið altjóða meistari (IM).
Væl kendi telvarin, Heini Olsen, ger í hesum døgum aftur um seg innan talvheimin
Fimm-faldi føroyameistarin var farna vetur ein av høvuðs orsøkunum til oddasessin Klaksvíkar Talvfelag í 1. deild, og nú í summar legði hann leiðina til Keypmannahavnar, har hann júst hevur telvað eina fína kapping í kendu og sterku talvkappingini, Politiken Cup, sum verður fyriskipað á hvørjum ári.
IM-norm
til Heina
Á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya (www.faroechess.com) skrivar Mogens Nielsen talvdómari, at luttøkan hjá Heina í ársins útgávu av Politiken Cup av sonnur var ein succés, tí longu eftir 9 umfør hevði hann tryggjað sær ein IM-norm.
Mogens skrivar millum annað, at mótstøðumenn Heina tey fyrstu 9 umførini í kappingini høvdu eitt miðal ratingtal uppá 2338, og við slíkari mótstøðu kravdi Heini at vinna sær í minsta lagi 6 stig fyri at vinna sær ein IM-norm, og tað hevði hann longu gjørt tá, og harvið var IM-normur nr. 2 hjá Heini komin í hús.
Ein IM-normur
er eftir at vinna
Av teimum 9 telvarunum, sum Heini tá hevði telvað ímóti, vóru 4 stórmeistarar (GM’arar) og 1 FM’ari. Sostatt hevur hann eisini lokið krøvini um, at meir enn helmingurin av mótstøðumonnunum skulu vera tittulhaldarar.
Heini hevur áður vunnið ein IM-norm. Hetta var í OSS International í Oslo í 2004.
Sostatt manglar honum nú at vinna enn ein IM-norm fyri at fáa heitið altjóða meistari, sum í altjóða høpi verður stytt: IM (International Master). Somuleiðis krevur styrkistal hansara at koma upp um 2400 fyri at fáa tittulin. Sum skilst er hetta talið hjá Heina í løtuni áleið 2372.
”Imponerende flot”, skrivar Mogens Nielsen, sum endar sína frágreiðing við hesari heilsan til Heina:
Kære Heini,
Hjertelig tillykke med det flotte resultat gamle ven. Det kunne være fedt at tage tredje og sidste nap hjemme i Klaksvík!
Mogens
Tapti einki
talv í vetur
Í liðkappingini í vetur vóru týðilig tekin um, ta Heini er á veg uppaftur á hægsta styrkistindin sum telvari, tí hóast tað er alt annað enn nøkur løtt uppgáva at sita við 1. borð í 1. deild, so megnaði Olsen at fáa heili 5½ av 7 møguligum stigum – ein framúr góð úrtøka.
Av íalt 7 talvum vann heini tey 4, meðan 3 endaðu við javnleiki (remis), og Heini tapti onki talv í liðkappingini í vetur.
Hetta gav eina samlaða persónliga úrtøku upp á smá 80%, sum er eitt sera flott avrik á fyrsta borði, har teir sterkastu telvararnir her á landi sita.
Føroyameistari
5 ferðir higartil
Frá ungum av varð hann mettur sum eitt tað størsta talvtalentið í Føroyum, og hann livdi eisini skjótt upp til spádómarnar.
Longu 19 ára gamal vann hann sítt fyrsta føroyameistaraheiti í meistarabólkinum, og í dag er Heini Olsen Føroya mest vinnandi telvari, tá talan er um FM-kappingar fyri einstaklingar.
Hann hevur vunnið FM ikki færri enn 5 ferðir, sum er føroyskt met. Tað sigur eitt sindur um hetta avrikið hjá Heina, at tað eisini er bara ein føroyingur, sum hevur vunnið FM 4 ferðir. Tað er toftamaðurin Hans Kristian Hansen.
Og Heini er so avgjørt framvegis við í fremstu røð, so hvør veit – kanska Heini Olsen kann finna uppá at endurtaka bragdið enn einaferð og harvið koma upp á eitt tennis-siffur í vunnum FM-heitum … !!
Livst, so spyrst.
Tillukku við IM-norminum, Heini!




