Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heini Olsen kjansin á heimavølli

John William Joensen

Nú leygardagin fer triðja altjóða talvkappingina 3rd Klaksvík International av bakkastokki.

Serligur spenningur er um møguleikarnar hjá fimmfalda føroyameistaranum Heina Olsen. Heini hevur haft eitt framúr gott talvár við góðum og sterkum úrslitum í fleiri kappingum. Tað hevur higartil rokkið til fyrsta IM normin hjá Heina, meðan hann tvær reisur hevur verið bert eitt hálvt stig frá norminum.
Heini kann skora sín næsta norm í 3rd Klaksvík International og so tørvar honum einans triðja og seinasta normin til tess at kunna krýnast altjóða meistara í talvi.
Spenningur er eisini um tvífalda og sitandi føroyameistaran Martin Poulsen. Martin er fyrsti telvari í 12 ár, sum hevur megnað at vinna FM heitið tvey ár á rað. Samstundis hevur Martin telvað sea nógv í útlandinum í ár og ber tað helst boð um ein framúr motivaraðan føroyameistara, sum kemur til Klaksvíkar at prógva sítt virði.

Triði føroyingurin í kappingini er Ólavur Simonsen.
Eftir eitt óvæntað vánaligt úrslit hjá Ólavi í HT open í juni ár, sum m.a. førdi til, at OL luttøkan hjá honum fór í vaski á hesum sinni, man hann vera meir enn uppsettur uppá eitt ‘comeback’ í Klaksvík.  Júst tað, ger Ólavur til ein fullkomiliga óútrokniligan ‘outsitara’ og tað økir um spenningin í allari kappingini.
Útlendingarnir í kappingini eru allir altjóða meistarar. Sviðin Emil Hermanson, sum hevur hægsta styrkistalið av luttakarunum, verður tí noyddur at bera tunga favorittleiklutin. Tað var júst Emil, sum steðgaði Heina í at náa sínum næsta IM normi, tá hann á sjálvari málstrikuni koppaði honum í seinasta umfari í stóru 100 ára  hátíðarkappingini hjá AS04 í februar í ár.
Íslendingurin Sævar Bjarnason vann kappingina í fjør og er tí sjálvskrivaður luttakari. Sum sitandi Klaksvík International meistari, man Sævar vera meir enn uppsettur at endurtaka flotta sigurin frá í fjør.
Triði útlendingurin er danin Jens Ove Fries Nielsen. Jens Ove er eitt kent talv navn gjøgnum fleiri ár og hevur samsvarandi leingi verið at sæð innan elitutelving í norðurlondum.

Altjóða styrkitølini:
1 IM Emil Hermanson, 2428
2. IM Jens Ove Fries Nielsen, 2398
3. FM Heini Olsen, 2329
4. Martin Poulsen, 2319
5. IM Sævar Bjarnason, 2318
6. Ólavur Simonsen, 2246

Við hesi kapping fáa føroysku luttakararnir enn ein gyltan møguleika at vinna eina sterka altjóða kapping og at skora týðandi IM normar. So fáa vit at síggja, hvussu langt Heini og Ólavur røkka á heimavølli.
Kappingin verður sett í býráðshøllini leygardagin 28. august kl. 13:00 og síðani byrjar sjálv kappingin kl. 14:00. Telvað verður allar dagar fram til 4. september, tá triði Klaksvík International meistarin er funnin.