Heini Vatnsdal skal komandi dagarnar royndarvenja í Brønshøj.
Heini Vatnsdal skal komandi dagarnar royndarvenja í Brønshøj.
Brønshøj spælir eins og AB, har Heini hevur royndarvant, í næstbestu donsku deildini. Heini sigur, at hann skal royndarvenja mikudagin og hósdagin í hesi vikuni og so tveir dagar í komandi. Møguliga skal hann spæla ein venjingardyst eisini í hesi tíðini í Brønshøj.
Heini hevur fyrr gjørt greitt, at hann ætlar at leggja nógv fyri í royndunum at fáa ein sáttmála uttanlands í vetur.




