Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heini Vatnsdal verður avdúkaður hjá KÍ í morgin?

Jákup Ósá

Í dag spælir Heini Vatnsdal sín síðsta dyst fyri Fremad Amager.

Fremad Amager spælir í dag á heimavølli móti Vejle í síðsta umfarinum í næstbestu donsku deildini. Vejle hevur vunnið deildina, meðan Fremad Amager liggur á 4. plássi í harðari kapping við fleiri onnur lið, men kann ikki flyta upp. Dysturin byrjar kl. 15.00 og verður vístur á TV3 Sport.

Fremad Amager hevur boðað frá, at 28 ára gamli Heini Vatnsdal flytur aftur til Føroyar. Og har bendur nógv á, at tað verður í KÍ, at Heini fer at spæla. Tað ljóðar, at Heini verður avdúkaður sum KÍ-leikari í morgin, 26. juli.