Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heitur havnabólkur spælir í Klaksvík

Norðlýsið

Á konsertini í Atlantis mikukvøldið fer ein av best umtóktu poppbólkunum í landinum í løtuni at spæla. Páll Finnur Páll spæla sermerktan tónleik, men teir eru populerir og liggja hesa vikuna ovast á 15 teimum bestu við sanginum Herbergið

Páll Finnur Páll eru best kendir fyri sangin Forelskaður Sjónleikari, sum var eitt stórt hitt í sínari tíð.

Fyri kortum komu teir við nýggjari fløgu, og eisini onkrir sangir av hesari útgávu hava verið nógv at hoyrt. Millum annað sangurin um Herbergið, sum nú liggur ovast á 15 teimum bestu.

Páll Finnur Páll hava spælt til fleiri konsertir kring landið seinastu tíðina, og nú koma teir eisini til Klaksvíkar at spæla. Higartil hava teir ikki spælt tað stóra um nakrantíð í Klaksvík, og tí fáa norðoyingar nú eisini møguleikan at hoyra bólkin live.

Páll Finnur Páll spælir á konsert í Atlantis mikukvøldið, og tað verður saman við donsku Souvenirs og Julie Marie