Í dag er lagamanni hjá smápiltum at rokast. Kavi og stilli. Og so hava hesir eisini akkurát fingið vikuskiftið. Hesir dreingirnir líða ongan kulda í hesum veðrinum, tí teir tuska sum ongantíð fyrr.
Í dag er lagamanni hjá smápiltum at rokast. Kavi og stilli. Og so hava hesir eisini akkurát fingið vikuskiftið. Hesir dreingirnir líða ongan kulda í hesum veðrinum, tí teir tuska sum ongantíð fyrr.
Smápiltarnir á myndini ganga í Viðareiðis Skúla. Men flestu av teimum hava sínar skúlatímar uppi í missiónshúsinum vegna plásstrot. Skúlastovan uppi í missiónshúsinum hevur virkað væl sum ein fyribils loysn.
– Vit gleða okkum til tann nýggi skúlabygningurin verður liðugur, siga teir.
– Tá fara vit oman í skúlan at ganga.
Kavin bráðnar av heitum, ágrýtnum og væl spælandi dreingjum.




