Hósdagin 5. november vóru fýra ár liðin síðan at Rólant Reginsson Biskopstø fekk nýtt hjarta. Tá hevði hann (í 2010) sum einans 14 ára gamal sitið á Hotel Føroyum í Keypmannahavn og bíðaði til eitt nýtt hjarta var tókt til hansara. Eftir eina drúgva skurðviðger fekk Rólant eitt nýtt lív har hann í dag livir lívið sum flest onnur 18 ára gomul.
Hósdagin 5. november vóru fýra ár liðin síðan at Rólant Reginsson Biskopstø fekk nýtt hjarta. Tá hevði hann (í 2010) sum einans 14 ára gamal sitið á Hotel Føroyum í Keypmannahavn og bíðaði til eitt nýtt hjarta var tókt til hansara. Eftir eina drúgva skurðviðger fekk Rólant eitt nýtt lív har hann í dag livir lívið sum flest onnur 18 ára gomul.
– Tað eru framvegis fólk sum spyrja meg hvussu tað er at liva við einum hjarta sum ein annar eigur. Eg haldi tað er bara positivt at fólk spyrja um skurðviðgerðina, tí vit valdu frá byrjan av at verða opin um sjúkuna, bíðitíðina, viðgerðina og so tíðarskeiði aftaná.
– Vit mettu tá at tað kundi hjálpa øðrum sum vóru í somu støðu at lesa um okkara royndir við heilsuverkinum og sjúkuni. Harafturat vóru tað sera nógv fólk sum hugsaðu um okkum og tí var tað sera praktiskt at skriva til nordlysid.fo har øll sum høvdu áhuga kundu fylgja gongdini.
– Og – jú eg veit og hugsi onkuntíð um, at hjarta sum slær í mínum brósti eigur ein annar persónur, sum ikki longur er her á foldum. Eg eri sera takksamur fyri at eg kundi fáa eitt nýtt lív tá hesin persónurin ikki longur hevði brúk fyri hjartanum.
– Í mars mánaða kundi eg so hátíðarhalda mín 18 ára føðingardag, men tann 5. november gjørdist eg 4 ár og tað er og verður ein serligur dagur í mínum lívi.
– Í desember 2009 fekk eg staðfest sjúkuna og sum barn var eg altíð yvirvektigur. Hetta hevur við tíðini eisini ávirka at hjarta er vaksið seg størri og til endan orkaði eg einki tí hjarta pumpaði 8- 10% í mun til eitt normalt hjarta sum pumpar 78%-80%. Í seinastu viku var eg til kanningar á hjartadeildini á ríkissjúkrahúsinum og tey søgdu sum var at um tey ikki vistu at eg hevði fingið eina hjarta skurðviðger, so høvdu tey ikki sæð á royndunum at eg havið eitt fremmant hjarta í mær.
– Teir kannaðu eisini nýruni sum høvdu tað sera ringt undir skurðviðgerðini og har var alt ok. Eisini kannað teir lunguni og allar royndir vóru sera positivar.
– Eg havi sjálvandi eitt ar eftir skurðviðgerðina og harafturat er bringan útstandandi og tað havi eg hugsað eitt sindur um. Tá eg spurdi læknarnar um hetta dugdu teir ikki at siga hví so er. Teir fáa tó einki gjørt við tað tí tað er ikki ráðiligt at fara inn og opna bringuna aftur eftir at vevnaðurin í kroppinum kring skurðin er samanvaksin. Skulu teir gera nakað við bringuna er tað sum at biðja um trupulleikar siga læknarnir. Hetta eru eisini smálutir eftir alt tað sum eg havi verið ígjøgnum.
– Men eitt sum eg segði noy til eftir skurðviðgerðina var tilboð um sálarhjálp og tað havi eg angra. Eftir drúgvu viðgerðina kom eitt tíðarskeið har eg fór at hugsað sera nógv um alt sum eg havi verið ígjøgnum og tí havi eg valt at taka av sálarligari viðgerð.
Skúla og ungdómslív
Gekk fyrst á Handilsskúlanum men valdi at skifta til HF í Klaksvík og har trívist eg sera væl. Eisini arbeiði eg nakrar tímar um vikuna í Norðoya Sparikassa um mánaðan og livið í tí stóra og heila eitt lív sum allir vanligir ungdómar. Umframt arbeiði og skúla sitið eg eisini í nevndini í Klaksvíkar Sjónleikarafelag, so eg skal ikki klaga. Eg ferðist framvegis niður til kanningar og nú er títtleikin umleið hálva hvørt ár. Annars eri eg til kanningar triðja hvønn mánaða.
Annars kann eg ikki annað enn verða takksamur. Hetta hevur sum sagt ávirka meg sum persón og fór at ivast um meg sjálvan. Tann sálarligi parturin hevur fylt meira í tíðini eftir skurðviðgerðina og tí havi eg valt at leita mær hjálp til tann partin eisini. Men eg havi tað annars gott og livið eitt lív sum flest onnur í Føroyum sum eru 18 ár, sigur Rólant sum hósdagin fylti 4 ár hóast hann hevur liva í 18 ár.
Sí myndir og PDF av Norðlýsinum fyri 4 árum síðan tá Rólant júst hevði fingið nýtt hjarta.




