”Hetta er klassiskt dømi um, hvat uppboðssøla er fyri nakað.” Tað sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari, nú eingin heldur bjóðaði uppá svartkjaftakvotuna í dag.
”Vit halda, at 20 oyru eru í hægra lagi, og um manningin ikki kann trekkjast frá, eru 18 oyru eisini ov nógv. Tað hava vit sagt við uppboðssøluhaldaran” sigur Kristian Martin.
Prísurin má longur niður
5.000 tons av svartkjafti eru nú bjóðaði út á uppboðssølu tveir fylgjandi dagar, hvar ið eingin hevur bjóðað. Í gjár var minstiprísurin 30 oyru og í dag var hann 18 oyru.
Kristian Martin Rasmussen heldur, at prísurin má niður á eini 5 – 10 oyru, um áhugi skal vera fyri at keypa. Hann vísir á, at tað stundar móti vetri og skipini hava nokk at gera, og tí er áhugin lítil at keypa rættindi, ið ikki kunnu flytast yvir ársskiftið.
”Tað hevði verið øðrvísi, um skipini lógu við kai og einki høvdu at gera, men tað er ikki støðan í løtuni,” sigur Kristian Martin.
Í gjár boðaði uppboðssøluhaldarin frá, tá sølan endaði, at hon fór at verða tikin uppaftur í dag, men í dag vóru eingi boð at frætta um, hvat nú fer at henda við søluni.
Landsstýrið ætlar at tilsamans 20.000 tons av svartkjafti skulu seljast á uppboðssølu í heyst.




