Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heldur ikki fram í KÍ

Jákup Ósá

Nú er greitt, at ein útlendskur leikari afturat gevst í KÍ.

Talan er um Jasper Van Der Heyden úr Belgia. Hann hevur nú tikið avgerð um at gevast í KÍ, men hevur ikki tikið avgerð um, hvar hann fer at spæla.

Jasper Van Der Heyden soraði 5 mál og hevði 3 upplegg í 605 minuttum fyri KÍ í landskappingini.

 

Frammanundan er greitt, at Daniel Bjørkman, Ivar S. Rønning, Boris Dosljak og Bob Sumareh ikki halda fram í KÍ.