Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heldur kanadiskan enn føroyskan fisk til Danmarkar

Tíðindaskriv

Kristian Jensen, uttanríkisráðharri: Heldur kanadiskan enn føroyskan fisk til Danmarkar

Fiskavørur úr Kanada fáa betri sømdir á danska marknaðinum enn føroyskur fiskur og grønlendskar rækjur, tá nýggi fríhandilssáttmálin millum ES og Kanada kemur í gildi næsta ár. Tað viðurkennir Kristian Jensen, danskur uttanríksráðharri, í svari til Magna Arge, fólkatingsmann, sum spurdi um danska stjórnin tók atlit til kappingarførið hjá Føroyum og Grønlandi á danska marknaðinum, tá tingast varð um fríhandilsavtalu millum Kanada øðrumegin og danska kongsríkið og ES hinumegin.

Kristian Jensen sigur, at danska stjórnin kann ikki gera avtalu við Føroyar og Grønland um fríhandil við Danmark, tí tað er ein spurningur millum Europasamveldið og ávikavist Føroyar og Grønland. Tingingar um at fáa javnbjóðis marknaðaratgongd til danska marknaðin mugu Føroyar og Grønland tí taka upp við Evropasamveldið. Kristian Jensen ger samstundis greitt, at samráðingarrætturin hjá Føroyum kortini er skerdur, tí hann skal haldast innan fyri tær avmarkingar, sum liggja í heimastýrislógini og uttanríkispolitisku lógini frá 2005.

Danski uttanríkisráðharrin sigur, at danska stjórnin vil stuðla landsstýrinum í samráðingum við ES um betri treytir fyri útflutningi til Danmarkar, og at hesar samráðingar fara fram í “felags samráðingarnevndini” millum Føroyar og ES. Tann seinasti fundurin varð hildin í 2015, og tann næsti er settur á skrá í 2017, men Kristian Jensen hevur onga meting um, hvørt slíkar samráðingar bera á mál. “Tað veldst alt um úrsltið av samráðingunum millum Føroyar og ES”, sigur hann í svarinum til Magna Arge.

Danski uttarníkisráðharrin váttar eisini, at Danmark umvegis fríhandilsavtaluni við Kanada eisini hevur tryggjað sínum fiskaførum bestu atgongd til kanadiskar havnir. Kristian Jensen svarar hinvegin ikki upp á spurningin, hvørt donsk fiskiskip so fáa betri treytir enn føroysk fiskiskip, sum í áravís hava verið útistongd frá kanadiskum havnum.

Magni Arge sigur í stuttari viðmerking, at hann er ikki bilsin um svarið.

“Tað er umráðandi, at vit í Føroyum og Grønlandi skilja, at danskur handilspolitkkur verður stýrdur úr Bruxelles og gagnar bara Danmark, meðan okkara frælsi at reka egnan handilspolitik er skert, tí vit kunnnu bara við serligum loyvi frá dønum taka upp samráðingar undir heitinum “Danmark for så vidt angår Færøerne”.

Hesi viðurskiftini hava sera stóran týdning fyri Føroyar, tí mátturin at verja føroysk áhugamál og tilfeingið er grundarsteinurin undir vælferðini í Føroyum, og við hesi heilsan úr Danmark er rist í stein, at Føroyar mugu taka við fullum ræði á egnum handilspolitiskum viðurskiftum.

Tórbjørn Jacobsen, virkandi fólkatingsmaður, fer at taka spurningin upp við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, í næstu viku.

Spurningarnir og svarini kunnu síggjast her:

http://www.eu.dk/samling/20161/kommissionsforslag/KOM(2016)0470/spm/24/svar/1357861/1686448.pdf

http://www.eu.dk/samling/20161/kommissionsforslag/KOM(2016)0470/spm/25/svar/1357886/1686469.pdf

http://www.eu.dk/samling/20161/kommissionsforslag/KOM(2016)0470/spm/26/svar/1357896/1686479.pdf

Vinarliga

Tjóðveldi á Fólkatingi