Eg eins og restin av Tjóðveldisflokkinum hava tikið undir við ætlanunum um at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar, og vit hava havt uppskot um hetta á tingi.
Men tá tóku samgonguumboðini ikki undir við at flyta strandferðsluna til Suðuroyar. Meirilutin í vinnunevndini: Henrik Old, Alfred, Jørgen, Heðin og Gerhard, grundgóvu fyri síni mótstøðu soleiðis m.a. soleiðis: ”sambært upplýsingunum frá strandferðslustjóranum verða avleiðingarnar av at flyta funktiónir ella deildir hjá Strandferðsluni til Suðuroyar, at dupultfunktiónir skulu upprættast, og nýggj fólk sostatt skulu setast, heildaratlit hvørva, umframt at økta fjarstøðan merkir, at dagliga samskiftið og samstarvið við hini skipini, restina av Strandferðsluni og samstarvspartnarar verður nógv truplari og kostnaðarmiklari…”.
Soeiðis fullu grundgevingarnar hjá samgonguumboðunum í vinnunevndini, og so góður var viljin hjá vinnunevndarumboðunum tá, at ganga ynskinum og hugskotinum hjá Hergeiri Nielsen á møti. Hergeir hevur tó, honum líkt, hildið við sítt, og aftur og aftur víst á tað gagnliga og skilagóða við at flyta umsitingina til Suðuroyar.Og nú loksins fær hann sín vilja. Umsitingin av strandferðsluni verður flutt til Suðuroyar.
Men eg kenni meg beinleiðis snýtta, tá eg fái at vita, hvussu hetta landsstýrið skaltar og valtar við fólki.
Ein skuldi trúð, at tað vóru starvsfólkini, ið sjálvi høvdu arbeitt við málinum, og at alt varð blivið viðgjørt í umsitingini eftir reglunum.
Men starvsfólkini vistu onki!
Tað sigur løgmaður seg harmast um, men tað einasta hann fer at gera er at ”kanna lekan”. Tvs at trupulleikin er ikki handfaringin hjá landsstýrismanninum. Ella greiða brotið á starvsfólkapolitikkin. Ella brotið á ásetingarnar í sáttmálanum. Nei, trupulleikin sambært løgmanni í degi og viku hóskvøldið var, at onkur ”hevði likið”. Altso, trupulleikin er nú, at onkur hevði avdúkað manglandi virðingina fyri starvsfólkapolitikkinum hjá landsstýrinum.
Men tað er ikki bara løgmaður, sum sigur, at onki skal fáa avleiðíngar. Samgongufólk koma nú kropp á kroppi og "harmast um mannagongdina". Men tey krevja onga ábyrgd av teimum landsstyrismonnum, tey hava valt. Fyrst løgmaður. Og síðani landsstýrismaðurin í fíggarmálum, sum hevur starvsfólkapolitikkin sum málsøki og allar sáttmálar hjá tí almenna. Hann sigur, at starvsfólkini hava ikki "rætt at verða hoyrd."
Toppurin var tó útsøgnin frá landsstýrismanninum sjálvum, sum á Portalinum samanber hesa avgerð við, at Matrikkulstovan flutti úr Jónas Brocksgøtu út á Argir. Hetta er beinleiðis at sláa alt upp í glens, og ein háttur at gera gjøldur burturúr fólki, sum ikki fáa vart seg.
Ynskiligt var, at løgmaður traðkaði til í hesum máli, men kenni eg hann rætt, so ger hann heldur onki í hesum máli. Jú hann fer at ”kanna lekan” so tað sær út, sum um, at hann ger okkurt. Men hann tekur ikki hond um trupulleikan.
Tað ræður jú um at lata fólkaflokkin gera sum honum lystir, og at halda sambandsflokkinum inni í hitanum. So mugu avtalur, reglur og mannalagnur rekast sum tongul í brimi.
Í hesi samgongu vil mann heldur missa trúvirði enn vald.
Annita á Fríðriksmørk




