Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Helga Djurhuus í Gallarí Havnará

Jóhann Lützen

Listakvinnan Helga Djurhuus letur upp sína nýggjastu framsýning í Gallarí Havnará leygarkvøldið 28. mars kl. 20.00, DJ Michael Antony Charles diskar til løtuna, og lagt er upp til eina ferð inn í eitt abstrakt univers av rørslu og litum, afturvið dragandi tónum.

 

Hetta er ein møguleiki at uppliva tað visuella málið, ið sprettir úr tí dreymakenda hugaheimunum hjá Helgu.
Við bæði oljumálningum á lørift og mixed media-verkum á pappír – arbeiðir Helga Djurhuus við litum, rørslu og teksturi.

Við síni visuellu eksperimerandi tilgongd er hennara myndamál í støðugari broyting, og framsýningin speglar tað stað, hon sum listakvinna er í júst nú.
Helga Djurhuus er fødd í 1989, uppvaksin í Havn og hevur útbúgving innnan visuelt design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn.

Hon arbeiðir sum fulltíðar listafólk og hevur verið við í fleiri spennandi framsýningum seinastu árini.
Framsýningin er opin fram til 7. apríl í Gallarí Havnará, og øll eru hjartaliga vælkomin til ferniseringina 28. mars kl. 20.00.

 

Harleyfacadeacryl