Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HELGI ABRAHAMSEN – ATKVØÐUNEYT ELLA HØVUÐSVALEVNI?

John William Joensen

Í uppganginum táið 266b-málið var í hæddini, var skrivarin hjá tingmanning Sambandsfloksins, Helgi Abrahamsen, púra avkláraður um sína framtíðarstøðu í Sambandsflokkinum.

Eftir at 5 av 7 tingmonnum floksins høvdu atkvøtt fyri at skoyta kynsliga tilhallið uppí antidiskriminatiónsgreinina, hvesti Helgi sær pennin, og var eirindaleysur í blaðgrein 18. desember 2006 í Dimmalætting:

“Eri skuffaður av Sambandsflokkinum………..eg ætli mær ikki at vera atkvøðuneyt hjá politikarum, sum á tingi atkvøða beint ímóti teirri lívsáskoðan, sum eg frá barnsbeini av, havi bygt mítt lív á………..kortini atkvøddu 5 av 7 tinglimum hjá Sambandsflokkinm fyri broytingunum í § 266b í revsilógini, sum beinleiðis leiðir okkara samfelag inná eina kós, sum við tíðini vil flyta samfelagið frá at vera kristið, til at vera eitt samfelag, sum byggir á modernaða humanismu………..tey sum fara eru kjarnuveljarar (ryggradin í flokkinum), sum kenna seg drignar eftir hárinum………….tað sum harmar meg serliga nógv er, at tær 241 persónligu atkvøðurnar, sum eg fekk á seinasta løgtingsvali, vóru við til at tryggja einum manni tingsessin, sum atkvøddi fyri broytingunum í § 266b í revsilógini……….tí hevur hesin maður (Edmund, red.) vanvirt bæði mínar og aðrar sambandsveljarar í Eysturoy. Tað góðtaki eg als ikki, og tað sleppur ikki at endurtaka seg. Spurningurin, um eg stilli upp aftur fyri Sambandsflokkin til komandi løgtingsval, er millum annað ein spurningur um, hvør annar verður á listanum, og hvørja støðu hesi hava til etisk mál. Eg vil ikki uppliva aftur at vera atkvøðuneyt hjá politikarum, sum á tingi atkvøða beint ímóti teirri lívsáskoðan, sum eg, og mangir av mínum veljarum byggja á…………Men mín trúgv er ikki til sølu (beinleiðis endurgivið úr greinini (!)).

Sambandsflokkurin er liðugur við uppstillingina til fólkatingsvalið 13. november 2007. Helgi Abrahamsen er á listanum saman við Edmundi, Kaj Leo, Olav og Jóhan, sum allir atkvøddu fyri antidiskriminatiónsparagraffini. Gangast má út frá, at prinsippini eru tey somu hjá Helga viðvíkjandi vali til danating sum til Løgting, tí spyrja tey flestu alrahelst hvat er hent við manninum ella flokkinum?

Eitt boð er, at teir 4 hava broytt støðu í omanfyrinevnda etiska máli, at Helgi Abrahamsen hevur broytt støðu, og nú tekur undir við kynsliga tilhallinum í § 266b ella at hann frá at vera atkvøðuneyt nú er vorðin høvuðsvalevnið Sambandsfloksins til fólkatingsvalið komandi (?)

Tórbjørn Jacobsen

Harleyfacadeacryl