Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helgi Abrahamsen spyr um ferðaseðlaprísir

John William Joensen

Á tingfundinum í morgin, fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, at seta Johan Dahl, landsstýrismanni, ein munnligan fyrispurning um ferðaseðlaprísirnar hjá bygdaleiðum.

Sambært hagtølum hjá Landsverki og Strandfaraskipum Landsins, økist talið av akførum á føroysku vegunum støðugt, meðan ferðafólkatalið hjá Bygdaleiðum er minkandi. Hetta er ein greið ábending um, at fólk eru farin frá at nýta almennu flutningstænastuna og velja heldur at koyra í egnum bili.

“Fyri orkunýtsluna og luftdálkingina er hetta ein gongd tann skeiva vegin”, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum á tingfundinum í morgin fer at spyrja Johan Dahl, landsstýrismann, um landsstýrið fer at taka stig til, at ferðaseðlaprísirnir hjá Bygdaleiðum verða lækkaðir.

Helgi Abrahamsen vísir til samgonguskjalið sum sigur, at umhvørvis- og avgjaldspolitikkurin mugu knýtast saman til tess at røkka teimum yvirskipaðu veðurlags- og umhvørvismálum, ið vit átaka okkum.

Løgtingsmaðurin nevnir skipanina við ókeypis busskoyring í Tórshavnar Kommunu, sum hevur virkað væl, hóast hon hevur kostað kommununi nógvar pengar. “Talið av ferðandi við bussunum øktist rættiliga nógv, tá koyringin bleiv ókeypis”, sigur Helgi Abrahamsen, sum setir landsstýrismanninum fyrispurningin, fyri at vita, um nøkur ítøkilig stig verða tikin á hesum øki, fyri at knýta umhvørvis- og avgjaldspolitikkin saman, soleiðis sum samgonguskjalið leggur upp til.

Harleyfacadeacryl