Tá makrel ósemjan var í hæddini og ES setti tiltøk í verk móti Føroyum, kom tað dátt við hjá mongum at løgmaður, sum jú er Sambandsmaður, alment segði at tað vóru komnar ”buglur” í Ríkisfelagsskapin. Undir valstríðnum til Fólkatingsvalið nevndi Kaj Leo Holm Jóhannesen at hann hevði havt fleiri truplar samrøður við danska Statsministaran. Skjøl sum Norðlýsið hevur fingið innlit í vísa greitt at danska stjórnin royndi at leggja trýst á løgmann, men at løgmaður helt fast um at kæra ES til WTO og tónin í samskiftinum er sera avgjørdur.
Tá makrel ósemjan var í hæddini og ES setti tiltøk í verk móti Føroyum, kom tað dátt við hjá mongum at løgmaður, sum jú er Sambandsmaður, alment segði at tað vóru komnar ”buglur” í Ríkisfelagsskapin. Undir valstríðnum til Fólkatingsvalið nevndi Kaj Leo Holm Jóhannesen at hann hevði havt fleiri truplar samrøður við danska Statsministaran. Skjøl sum Norðlýsið hevur fingið innlit í vísa greitt at danska stjórnin royndi at leggja trýst á løgmann, men at løgmaður helt fast um at kæra ES til WTO og tónin í samskiftinum er sera avgjørdur.
Notat frá samrøðu millum løgmann og danska forsætisráðharran 29. Oktober 2013 kl. 11:00.
Kl. 11 – 11:05
Luttakarar: Helle Thorning-Schmidt, Kaj Leo Holm Jóhannesen og Petur Petersen (lýddi á)
Staður: fundarhølið í stórtinginum í Oslo
Fyri samrøðuna hevði danski forsætisráðharrin ynskt ein stuttan fund við løgmann beint aftaná fundin millum stjónarleiðararnar í NR og áðrenn farið verður til døgurða hjá Kongi…… HT-S ynskti at tosa við løgmann um ”Sildesagen og WTO”
…. Helle Thorning-Schmidt heitti á løgmann um at bíðja við at leggja málið fyri WTO, tí tað fór at verða fatað av ES sum víðkan ”optrapning” av ósemjuni.
Løgmaður greiddi frá, at Føroyar høvdu valt at koyra í tveinum sportum ( Havrættardómstólurin og WTO) og tað var tað einki nýtt í sum so.
—- segði løgmaður at tað var ikki Føroyar, sum høvdu upptrappað ósemjuna, men ES, ið fáar dagar undan samráðingarnar í London, hevði sett bannið í verk. KLHJ nevndi fyri Helle Thorning-Schmidt, at um ES tók bannað av so skuldu Føroyar steðga tilgongdina, meðan bíðað eftir úrslitinum av samráðingunum……
…. Tá Helle Thorning-Smidt og løgmaður tosaðu saman undir døgurðan hjá kongi seinni á degnum (kl 12.30 til kl-. 14:00) Her boðaði Helle Thorning-Schmidt frá at hon kundi ikki arbeiða við at steðga tilgongdini. Hon heitti enn einaferð á løgmann um, at stegða við at leggja málið fyri WTO. Løgmaður nevndi fyri Helle Thorning-Schmidt at tað fór Føroyar ikki at gera….
30. oktober er fundir millum Løgmann og danska Statsministaran á Grand Hotel í Oslo.
…… Nick Hækkerup, handils- og ES málaráðharri, heitti á løgmann um at bíðjað við at leggja málið fyri WTO, tí tað fór at verða mett av ES sum ein víðkan ”optrapning” av ósemjuni.
Løgmaður segði at tað var ikki Føroyar sum høvdu upptrappað ósemjuna, men ES, ið fáar dagar undan samráðingunum í London hevði sett bannið í verk. Kaj Leo Holm Jóhannesen nevndi at tók ES boykottið av, so skuldi Føroyar steðga tilgongdini meðan bíðað var eftir úrslitinum av samráðingunum.
…. Uppá fyrispurning hví DK strongdi so nógva á fyri at fáa FO at bíðja við at leggja málið fyri WTO nevndi Nick Hækkerup, at tað fór ikki at verða tikið væl ímóti tí frá hinum ES londunum og at tað kundi taka eitt sindur av vælvild DK hevði í ES….
Løgmaður bakkaði ikki fyri ynskjunum (trýstinum frá donsku stjórnini). Orsøkin til at landsstýrið valdi at kæra til WTO umframt Havrættargerðarrættin var at við at kæra beinleiðis til WTO fór kærumálið at fáa nógv meira umrøðu millum ES londini og tí kom Bruxelles undir trýst.
Sí pdf……. niðanfyri




