icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helmingurin sprongdur ígjøgnum

Oliver Joensen

Tað hevur gingist væl við tunnilsgerðini um Lorvíksfjørð. Sambært Norðlýsinum fríggjadagin vóru boraðir 3o29 metrar íalt og tunnilin verður 6155 metrar tá hann er liðugur.

Roknað verður við, at um alt gongur sum tað skal, so verður komið í helvt við borðingini av Norðoyatunnlinum í komandi viku.
Tíðin er sett til juni í komandi ári, tá liðugt skal vera at borða ígjøgnum, men gongst sum higartil, so kann roknast við at liðugt verður at borða ígjøgnum áðrenn tað. Eftir tað, er útivið eitt ár sett til at gera arbeiðið liðugt, men eisini her eru góðir møguleikar fyri, at arbeiðið verður gjørt skjótari enn ætlað, so spennandi verður at vita meira nágreiniliga nær koyrast kann ígjøgnum. Neyvan verður tað um stórt meira enn eitt ár til jóla.