Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helst 3000 rennarar til tunnils-renningina sunnudagin

John William Joensen

Hóast tilmeldingin hevur verið heldur lakari enn av fyrstan tíð mett, so eru fyrireikararnir vælnøgdir við áhugan fyri tunnilsrenningini.

Guttorm Sørensen frá Treystinum sigur, at higartil hava væl omanfyri 2000 luttakarar meldað seg til tunnilsrenningina og at nú er bert møguligt at luttaka í renningini, um so er, at ein keypir ein startpakka í deildini hjá Føroya Sparikassa í Klaksvík og hesin møguleikin er bert opin til fríggjadagin, tá Føroya Sparikassi letur aftur kl. 16.00.

Væl fyriskipað
Tá Treysti tók á seg at skipa fyri tunnilsrenningini, sum helst verður einasti møguleiki hjá fólki yvirhøvur at renna ella ganga ígjøgnum tunnilin, varð beinanvegin avgjørt at trygdin skuldi setast í hásæti og at stór tilbúgving við eftiransni skuldi vera á staðnum og allan vegin inni í tunnlinum.
Tí fær hvør einstakur, sum teknar seg til renningina, millum annað eitt luttøkutal, ið skal festast á bringuna, og hetta luttøkutal hevur eina strikukotu ásetta, soleiðis at tá rennarin kemur á mál, verður strikukotan avlisin.
Við hesi skipan ber til at fylgja neyvt við øllum teim mongu sum fara at renna ella at ganga ígjøgnum tunnilin, tí fyrireikararnir kunnu vissa seg um at øll koma ígjøgnum.
Eisini lættir hetta um, soleiðis at roknað verður við at listin við úrslitunum av renningini skjótt kann kunngerðast eftir at seinasti rennarin er komin ígjøgnum.

Nógv arbeiði
Tað stendst nógv arbeiði av at fyriskipa eini slíkari renning. Allar páskadagarnar hava ímillum 5 og 10 fólk arbeitt í hølunum hjá KBI, at pakka startpakkarnar.
Guttorm Sørensen sigur, at í startpakkanum er umframt sjálvt startnummari, eisini fýra nálir at hefta startnummari við, ein T-shirt og eitt armband við áskriftini "Norðoyatunnilin 2006".
Heitt verður á tey, sum ætla sær við bussunum úr Klingrugarði yvir til Leirvíkar, har renningin byrjar, um at vera í Klingrugarði í góðari tíð. Ætlanin er nevniliga at allir rennarar og tey sum skulu ganga, skulu vera klár Leirvíkarmegin kl. 13.30 og tí byrja bussarnir longu kl. 12.00 at koyra fólk úr Klingrugarði og yvir til Leirvíkar.
Í Leirvík verður so avmerkt eitt startøki. Fyrireikararnir siga, at ongin sleppur inn á startøkið uttan startnummar á bringuni, so tað ræður um at rigga seg til og at vera í startøkinum kl. 13.30, tí eftir ætlan skal renningin byrja kl. 14.00 stundisliga.
Heitt verður eisini á fólk sum fara at renna, um at vísa øðrum ans, so sleppast kann undan óhappum tá runnið verður.
Tá komið er á mál, skal ein beinanvegin fáa strikukotuna, sum situr á startnummarinum avlisnað, soleiðis at renni ella gangitíðin kann staðfestast. Til hetta hevur Treysti fólk í tunnilsmunnanum Borðoyarmegin at gera.

Heiðursmerkir
Guttorm Sørensen sigur víðari, at trý tey bestu í teim 8 bólkunum fáa heiðursmerki og harafturat verða ymiskir vinningar trektir ímillum øll startrnummrini.
Akkurat hvar heiðursmerkjahandanin verður, er ikki neyvt lagt til rættis enn, men hetta verður helst í Klingrugarði, har handlar og virkir fara at sýna gestablíðni til luttakararnar og sum sagt, verður roknað við at úrslitið kann kunngerðast á heimasíðuni hjá Treystinum stutt eftir at renningin er liðug.
Sum sagt ber enn til at fáa ein startpakka. Hesin kann keypast í deildini hjá Føroya Sparikassa í Klaksvík til fríggjadagin kl. 16.00, sigur Guttorm Sørensen frá Treystinum at enda. Tey sum longu hava tilmelda seg kunnu avheinta startpakkarnar á deildunum hjá Føroya Sparikassa eftir kl. 12 mikudagin.