Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Helst best spælda málið í Betri Deildini í nógv ár

Jóhann Lützen

Seinna málið hjá KÍ í gjár var sera væl spælt.

Ein langur bóltur frá Víkingi endaði hjá KÍ málverjanum Markus O. Pettersen. Síðani byrjaði KÍ at byggja upp afturi frá, meðan Víkingur trýsti frammi á vøllinum og eftir 12. avleveringina skoraði Luc Kassi.

Tá høvdu 10 av teimum 11 leikarunum hjá KÍ verið á bóltinum í uppbyggingini. Eitt framúrskarandi væl spælt álop. Kanska tað besta spælda í Betri Deildini í ár og kanska taåð best spælda hjá KÍ í fleiri ár, serliga havandi styrkina á mótstøðuliðnum í huga, tí Víkingur er sera gott lið í júst trýstspælinum.

Fótbóltsspæl á sera høgum stigi.

Norðlýsið heitir á 3-2 hjá KVF um at vísa alt uppspælið í 3-2 sendingini í kvøld